Framrokningar hjá norsku hagstovuni benda á, at fólkatalið í Finnmørkini fer at minka eina helvt tey næstu 50 árini. Heldur metingin, verða bara 37.000 fólk eftir í landslutinum í 2053. Tey seinastu árini er talið minkað millum seks og sjey prosent um árið.
Framrokningin vísir, at politikkurin hjá myndugleikunum í Oslo at eggja fólki til at verða verandi í Finnmørkini, er miseydnaður. Eftir galdandi skipan gjalda fólk har minni skatt enn aðrir norðmenn, tey fáa meiri barnastyrk enn onnur, og tey kunnu sleppa undan at rinda ein part av lestrarlánum aftur. Kortini minkar fólkatalið skjótt.
Lars Østnes á hagstovuni í Oslo sigur við norska útvarpið, at tað er fyrst og fremst vantandi arbeiðsmøguleikar, sum fáa fólk í Finnmørkini at flyta til aðrar partar av Noregi. Tey flyta serliga til teir stóru býirnar longur suðuri, og hagtølini vísa eisini, at tað eru serliga tær ungu kvinnurnar, sum flyta.