Fólkatalið minkar

Tann 1. august var fólkatalið í Føroyum upp á tað mesta, men síðani er tað minkað Fólkatalið í Føroyum minkar. Tann 1. oktober vóru búðu 48.345 her, og tað var 229 færri enn tann 1. august, tá fólkatalið var tað mesta, tað yvirhøvur hevur verið.

Fólkatalið var tó størri 1. oktober í ár enn 1. oktober í fjør, sigur Hagstovan, og munurin er 121 fólk.

Hagstovan sigur, at fólkatalið minkar, tí at fleiri flyta úr Føroyum enn til Føroya, og tað eru serliga kvinnur, sum fara av landinum. Frá 1.januar til 1.oktober fluttu 160 fleiri kvinnur av landinum enn til landið. Hjá monnunum var munurin 46.

Tá kvinnurnar frammanundan eru næstan 2.000 færri enn menninir, er nettofráflytingin lutfalsliga uppaftur størri, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni.