Fólkatalið økist lutfalsliga skjótast í Vága Sýslu

Nýggjastu tølini vísa at fólkatalið í Føroyum er økt við 293 fólkum fyrra hálvár í ár, tað svarar til eina øking uppá 0,60%. Verður hugt at teimum ymsu sýslunum, so økist fólkatalið lutfalsliga mest í Vága Sýslu, í Vága Sýslu er økingin fyrra hálvár 46 fólk, sum svarar til ein vøkstur uppá 1,52%.

Eysturoyðar Sýsla stendur fyri lutfalsligu næststørstu øking, har øktist fólkatalið við 87 fólkum, sum svarar til ein vøkstur uppá 0,80%.

Streymoyar Sýsla er á triðja plássi, har øktist fólkatalið við 152 fólkum, sum svarar til ein vøkstur uppá 0,68%.

Í Norðoya Sýslu er eisini talan um eina øking av fólkatalinum, har øktist fólkatalið við 41 fólkum, sum í % svarar til 0,41%.

Verri stendur til við báðum teiimum sunnastu sýslunum, har er talan um eina minking í fólkatalinum, tó at hon ikki er so stór í Suðuroyar Sýslu.

í Suðuroyar Sýslu minkaði fólkatalið við 4 fólkum, sum svarar til eina minking uppá 0,08%.

í Sandoyar Sýslu minkaði fólkatalið fyrra hálvár við 13 fólkum, tað svarar til eina minking uppá 0,90%.