Ongastaðni í teimum fremstu ídnaðarlondunum er fólkatalið vaksið so nógv tey seinastu tíggju árini sum í Kanada, og ein meginorsøk er, at nógvir útlendingar velja at búseta seg har.
Kanadisku hagtølini vísa, at frá 2000 til 2005 vaks fólkatalið 5,4 prosent og 5,9 prosent í árunum frá 2006 til 2011. Úrslitið er, at nú búgva næstan 33,5 milliónir fólk í Kanada. Hagstovan sigur, at tveir triðingar av vøkstrinum stava frá útlendingum, sum hava búsett seg í Kanada í hesum árunum.
Í hagtølunum sæst, at næstan 70 prosent av fólkinum búgva í býunum, og at 35 prosent búgva í trimum teimum størstu býunum, Toronto, Montreal og Vancouver.










