- Fólkatalið var 51.312 tann 1. desembur. Tað vaks við 898 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. desembur 2017 – 1. desembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 285 og nettotilflyting á 613. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 62 størri, og nettotilflytingin er 157 størri. Og fólkavøksturin tí 219 størri. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni í dag.
Hagstovan skrivar, at tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey áleið 1.200, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.
- Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis, og er nú komin upp um 1.800 fólk árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga, skrivar Hagstovan.
- Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 600 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 451 í 2001/11 vend til eina positiva nettoflyting upp á 613 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18, skrivar Hagstovan










