Fólkatalið heldur fram at minka

- Burðaravlopið er metlágt og fólkatalið heldur fram at minka.

Hetta er dapra niðurstøðan, nú Hagstovan hevur gjørt støðuna upp.

Fyrsta apríl í ár vóru føroyingar 48.339 í tali og tað eru 197 færri enn 1. apríl 2011. ?

Í hesum 12-mánaða skeiði frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár, vórðu 573 børn fødd og 363 fólk doyðu.

Burðaravlopið var sostatt 210.

Samstundis fluttu 1.701 fólk av landinum, men bara 1.294 fólk fluttu til Føroya. Tað gevur eina nettofráflyting upp á 407 fólk og sostatt minkaði fólkatalið 197 fólk tilsamans.

Í prosent er minkingin 0,4%.

Tann skeiva gongdin í fólkatalinum tykist sostatt at halda fram og heldur versna hon heldur enn at hon batnar.

- Orsøkirnar eru tvær. Onnur er, at burðaravlopið, sum er munurin ímillum fødd og deyð, minkar alsamt og er nú metlágt.

- Samstundis heldur fráflytingin fram og heldur økist enn minkar.

Fráflytingin hevur so aftur negativa ávirkan á burðartalið, tí tað eru serliga ungar kvinnur, sum flyta og tað eru tær, sum eiga nógv tey flestu børnini.

- Tá ið hetta heldur fram í fleiri ár, fer gongdin inn í eina ringrás, har minkandi tal av kvinnum í bestu burðarføru aldrum føða færri børn, sum aftur ger at tilgongdin av nýggjum kvinnuættarliðum verður støðugt minni.

Hvussu verður í 2012 ber ikki til at siga nakað um enn, tí tann alstóri parturin av fráflytingini fer fram beint eftir summarfrítíðina, tá ungdómurin fer av landinum í stórum tali.

Hinar tiðirnar av árinum er tað so dánt javnvág ímillum tilflyting og fráflyting. Tann stóri ójavnin er í 3. ársfjórðingi, tá vit fáa ta stóru nettofráflytingina við tað, at ungfólk fara av landinum í lestrarørindum og annað.

Hóast heildargongdin líkist, so er munur á, hvussu meint broytingarnar í fólkatalinum raka ymsu høvuðsøkini í Føroyum.

Nettofráflyting er úr øllum økjum, mest úr Eysturoy, Sandoy og Suðuroy og minst úr Vágum.?

Tað er einans í Vágum og Norðoyggjum, at fólkatalið heldur tørn ella veksur eitt lítið vet.

Í øllum hinum økjunum minkar fólkatalið. Mest í Eysturoy, har tað minkaði 106 fólk. Tað er ein minking upp á 1% og tað er meir enn helvtin av minkingini fyri alt landið. Hinvegin er lutfalsliga er størsta minkingin í Sandoyarøkinum, har tað minkaði 34 fólk, sum er ein minking upp á 2,5% og í Suðuroy minkaði tað 0,8%.

Talvurnar báðar vísa, hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum hetta seinasta árið. á teirri einu myndini er tann ljósagrøni stabbin burðaravlop, tann myrkagrøni er nettofráflytingin og svarta strikan er gongdin í fólkatalinum.