Í fjør búðu 56.749 fólk í Grønlandi, og tað er met, men sambært framrokningum hjá grønlendsku hagstovuni fer fólkatalið at minka í komandi árum.
Framrokningin vísir, at í 2040 fara 53.856 fólk at búgva í Grønlandi, harav 46.688 eru fødd í Grønlandi.
Samanborið við hagtølini fyri 2012 merkir hetta, at lutfalsliga fleiri grønlendingar fara at flyta av landinum. Hagstovan sigur, at uttan tilflyting uttaneftir hevði fólkatalið minkað uppaftur meiri.










