Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.
Fólkavøksturin er ikki viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 847 ella góð 1,6% er á leið tað sama og enn tá eitt vet størri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 816, svarandi til knappliga 1,6%. Munurin stendst serliga av, at burðaravlopið er nakað størri.
Kelda: Hagstova Føroya