Fólkatalið í Føroyum er á fyrsta sinni farið upp um 49.000

Tann 1 august búðu 49.006 fólk í Føroyum. Hetta er ein vøkstur uppá 263 fólk síðani á nýggjaárinum.

Burðaravlopið, ið er munurin millum talið av føddum og talið av deyðum, var 132 og 131 fleiri fólk fluttu til Føroyar enn tað fluttu av landinum.

Spurningurin er so um fólkatalið fer at halda seg omanfyri 49.000. Sannlíkt er at fólkatalið í fyrsta umfarið minkar við reiðiliga 200 fólkum í august. Í august mánaða er vanliga stór fráflyting, tá fólk flyta í útbúgvingarørindum av landinum. Ósannlíkt er tó ikki at fólkatalið verður omanfyri 49.000 aftur á nýggjárinum um flytingin til Føroyar annars heldur fram sum hon hevur gjørt hettar síðsta árið, skrivar Hagstovan.