Fólkatalið í Føroyum vaks við sjey fólkum í tíðarskeiðiskeiðinum 1. mars 2012 til 28. februar 2013.
Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovuni.
Tann 28. februar 2013 var fólkatalið 48.224. Í tólvmánaðar skeiðnum frá 1. mars 2012 til 28. februar 2013 var burðaravlopið 207 og nettoflytingin -200, og sostatt vaks fólkatalið við 7 fólkum.
Tað, sum sermerkir gongdina, er stóra fráflytingin í august mánaði á hvørjum ári og tann minna tilflytingin fyrru mánaðirnar í árinum. Stór nettofráflyting og minkandi burðaravlop er orsøkin til minkingina í fólkatalinum seinnu árini.
Tórshavnar Kommuna er mest vaksin frá 1. mars í fjør til 28 februar í ár, tí hetta tíðarskeiðið blivu tey 112 borgarar fleiri.
Í Vágs Kommunu er størsta minkingin, tí sama tíðarskeið blivu tey 50 fólk færri.










