Fólkatalið 1. juli var 50.250

Undantikið árini 2000 og 2001 hevur fólkavøksturin ongantíð verið størri enn nú

Fólkatalið var 50.250 tann 1. juli. Tað vaks við 734 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum juli 2016 – juni 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 440, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð.

 

Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

 

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg upp á 294, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.

 

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.200, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.