Torgir Strøm úr Porkeri gevur nú út bóklingar við upplýsingum um fólkatalið í Suðuroynni. Torgir hevur áður givið “Fólk í Suðuroy 1584-1840”, ið var tilfarum, sum Johan O. Damuelsen hevði savnað. Nýggja útgávan er grundað á fólkateljingar í Suðuroynni. Í fjør komu út fýra bøkur við fólkateljingum úr Sumba, Víkarbyrgi, Øgrum, Lopra, Vági, Porkeri, Nesi, Hov og Fámjin. Í ár verður talan um fýra bøkur afturat, og fevna hesar um Trongisvág, Tvøroyri, Sandvík, Fróðba, Øravík og Hvalba.










