Við eini fjølbroyttari skrá fer Fólkatónleikarastevnan at ljóða kring landið frá 15.-23. juli Í 2007 fevnir skráin um konsertir og dansikvøld við Gjógv, í Hósvík, Kirkju, Hattarvík, Runavík, Mykinesi og í Havn. Eisini er samstarv við G!-festivalin, so at nakrir bólkar úr fólkatónleikastevnuni eisini spæla har.
Luttakandi bólkar og solistar eru:
Dánjal á Neystabø
Kiezelmayer
Katrina Petersen
Ingun Simonsen
Markamót
Kvonn
Guðrið Hansdóttir
Budam
Eisini eru Folk Sessions í Hafnia Lounge sunnudagar í summar.
Fólkatónleikastevnan varð fyrstu ferð hildin í 1984, og tað er Føroya Fólkatónleikarafelag, sum stílar fyri stevnuni.