Fríggjakvøldið 19. juli verður tónleikafestivalur á sandinum í Syðrugøtu. Konsertin byrjar klokkan 19, og tað eru Tónleikasamtakið Grót og Fólkatónleikarstevnan, sum í felag skipa fyri G! Festivalinum, sum hann verður nevndur. Tað sæst eisini aftur á teimum luttakandi bólkum og einstaklingum.
Luttakararnir á konsertini eru Clickhaze, MC-Hár, Enekk, Hanus G. Johansen, Søren Søgaard og Valeri & Desislava Dimchevi úr Bulgaria. Talan er um nøkur av teimum fremstu føroysku nøvnunum innan bæði rokk- og fólkatónleik.
Grót hevur nú í trý ár á rað skipað fyri útikonsert á Gøtustevnu, men hetta er fyrstu ferð, at konsertin verður hildin á sandinum. Og Grót hevur stórar ætlanir fyri festivalin. Ætlanin er at hava ein veruligan tónleikafestival, sum framyvir eisini skal hýsa útlendskum bólkum. Festivalurin hevur fingið navn og búmerki, og hann skal mennast komandi árini.
Gøtustevnan er eisini komandi fríggjakvøld, og onnur spennandi tiltøk eru eisini á skránni. Tey, ið hava hug at fara upp á gólv aftaná festivalin, kunnu fara yvir í losjuna við Gøtugjógv, har Grót skipar fyri kafé og føroyskum dansi.
Bussur koyrir úr Havn og aftur í sambandi við festivalin, og lýst verður nærri um ferðaætlanina.
Sólarn Solmunde er talsmaður fyri festivalin, og hann væntar nógv fólk, um veðrið verður til vildar. Atgongumerki kosta 100 krónur og kunnu keypast við inngongdina, meðan limir í Grót sleppa inn fyri 80 krónur.