Fólkatónleikastevnan 2010 byrjaði 12. Juli og heldur fram til 19. Juli. Fólkatónlekur er í hesum døgum at hoyra kring landið við føroyskum og útlendskum tónleikarum.
Konsertir hava verið í Havn, og í dag eru konsertir í Fugloy. Í morgin, hósdag, eru konsertir í Havn, og tað sama fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Mánadagin eru konsertir í Mykinesi.
Partar av konsertskránni eru eisini við á G! Um vikuskiftið.










