Fólkatónleikastevna kring landið

Stevnan byrjaði í gjár og heldur fram til 23. juli

Í gjár byrjaði fólkatónleikastevnan og hesar næstu dagarnar, t il 23. juli, vera tiltøk runt um í øllum landinum.

Ì ár fevnir fólkatónleikastvnan um konsertir og dansikvøld við Gjógv, í Hósvík, Kirkju, Hattarvík, Runavík, Mykinesi og í Havn.

Eisini er samstarv við G!-festivalin, so at nakrir bólkar úr fólkatónleikastevnuni eisini spæla har.

Luttakandi bólkar og solistar eru: Dánjal á Neystabø, Kiezelmayer, Katrina Petersen,Ingun Simonsen, Markamót, Kvonn, Guðrið Hansdóttirog Budam

Eisini eru Folk Sessions í Hafnia Lounge sunnudagar í summar.

Tað er Føroya Fólkatónleikarafelag, sum stílar fyri stevnuni. Fólkatónleikastevnan varð fyrstu ferð hildin í 1984.