Í døgunum frá 10. til og við 17. juli í ár verður afturt skipað fyri Fólkatónleikarstevnu. Eins og vanligt vera konsertir í bygd og í bý, og tónleikarar úr Føroyum og øðrum londum vera við. Útlendsku gestirnir í ár eru bólkurin »Utla« úr Noregi, trummuleikarin Malick Jagne úr Gambia, heimskendi svenski tvørfloytu- og sopransaxofonleikarin Anders Hagberg og tvímansbólkurin »Tonemakeriet« úr Noregi, sum eisini var og vitjaði í gjør.
Millum føroysku luttakararnar eru »Shalder Geo«, »Enekk«, Hanus Johansen, »Ivory«, Niels Midjors, Hans Jacob Hansen, Petur Jákup Eliasen, nýggi spælimansbólkurin »Gigl« og ein uppaftur nýggjari bólkur, ið kallar seg »Økusól«.
Skráin fyri stevnuna
Skráin fyri fólkatónleikarstevnuna 2000 er henda:
Mánadagin 10. juli kl. 20 í Losjuni í Gøtugjógv:
Shalder Geo, Økusól, Hanus Johansen, Enekk ? aftaná spæla »Taxi«.
Týsdagin 11. juli kl. 15 í Grasagarði í Havn:
Malick Jagne (Gambia), Gigl.
kl. 19-22 á Háskúlanum í Havn:
Trummuskeið við Malick Jagne úr Gambia. Tilmeld. tlf. 441653 og tlf. 442115 (Jón Tyril).
Mikudagin 12. juli kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum í Havn:
Hanus Johansen, Økusól, Tonemakeriet (Noreg), Ivory (við Malick Jagne, ásláttur).
Hósdagin 13. juli kl. 15 í Listaskálanum í Havn:
Barnatiltak við konsert og dansispølum. Sharon Weiss lærir okkum ymsar dansir, vit læra skjaldur og lurta eftir tónleiki. Ókeypis atgongd.
Kl. 19.30 í Norðurlanda-húsinum í Havn:
Shalder Geo, Enekk, Utla (Noreg).
Fríggjadagin 14. juli kl. 18.15 umborð á »Smyrli« á veg til Suðuroyar:
Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hagberg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.
Kl. 20 í Skálavík:
Enekk, Utla (Noreg).
Kl. 21 í Klubbanum á Tvøroyri:
Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hagberg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.
Leygardagin 15. juli kl. 15-17 í Grasagarði í Havn:
Gigl, Shalder Geo og Anders Hagberg (Før./Svøríki).
Sunnudagin 16. juli kl. 16 í Havnar kirkju:
Niels Midjord, Petur Jákup Eliasen, Hans Jacob Hansen og Kári Sverrisson syngja kingosálmar. Anders Hagberg, Kristian Blak og Mikael Blak spæla ljóðføristónleik.
Mánadagin 17. juli kl. 12 ger Norðlýsið ferð út í Hest, har Anders Hagberg spælir solo í Klæmintsgjógv. Vit vera aftur á Havnini áleið kl. 18.
Eitt sindur um luttakararnar
Utla (Noreg)
Teir, ið manna bólkin eru Håkon Høgemo, hardingfiól, Terje Isungset, ásláttur og Karl Seglem, tenorsaxofon, ið allir úr úrmælingar á ljóðførum sínum. Bólkurin hevur ferðast um alt Europa, í USA, Canada og Japan og givið 4 fløgur út við sínum egnu kompositiónum tilrættisleggingum av siðbundnum norskum tónleiki.
Malick Jagne (Gambia)
spælir djembe og aðrar vesturafrikanskar trummur. Hann er uppvaksin í Gambia og býr í løtuni í Danmark, har hann spælir ásláttur í fleiri ymiskum tónleikabólkum, eitt nú »Dandala«.
Anders Hagberg (Svøríki)
Anders Hagberg úr Svøríki er ein ógvuliga royndur tvørfloytu- og sopransaxofonleikari við beinunum í mongum ymiskum tónleikasløgum, heimstónlist, jazzi, rokki o.ø. Hagberg ferðaðist m.a. í nøkur ár við bólkinum »New Jungle Orchestra« saman við tónleikarum sum Pierre Dørge, Marilyn Mazur og John Tchicai. Er í løtuni ein av limunum í heimskenda svenska/indiska heimstónlista-bólkinum »Mynta«, sum higartil hevur givið fýra fløgur út og hevur fleiri ferðir verið í Føroyum sum limur í norðurlendska »Yggdrasil«, sum er ein jazz-bólkur við »heimstaði« her á klettunum.
Tonemakeriet ella Kjekk Norsk Ungdom (Noreg)
Hetta eru Audun Austli, ið spælir kassagittar, og Kyrre E. Slind, ið spælir indiskan sitar. Teir spæla egið tilfar, og vóru við á stevnuni í fjør.
Shalder Geo
spæla tilrættisleggingar av hetlendskum siðbundnum fióltónleiki, føroyskum skjaldrum, kingosangi o.ø.
Bólkurin var í vár á konsertferð í Sámalandi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi og Danmark og tað er sama manning, ið verður við á stevnuni í summar. Heðin Ziska Davidsen, el-gittar, Høgni Klakkstein, trummur, Mikael Blak, kontrabass og Kristian Blak, klaver.
Enekk
eru Agnar Lamhauge, kontrabas sog el-bass, Óli Olsen, ljómborð, Arni Carlsen, ljómborð, Eyðun Lamhauge, harmoniku, Justin Philbrow, el-gittar, Høgni Klakkstein, trummur og Kári Sverrisson, kokles, gittar, fiól og sang.
Á skránni er nýtt tónleikatilfar.
Hanus Johansen,
ið júst hevur givið fløgu út saman við »Aldubáruni«, fer á stevnuni at syngja nýggjar sangir við egnum løgum.
Ivory
eru Eivør Pálsdóttir, sang, Búi Dam, gittarar og ásláttur, Brandur Jacobsen, trummur, Jón Tyril, ásláttur og Mikael Blak, kontrabass. Tey syngja og spæla egnan tónleik við støði í jazzi og etniskum tónleiki. Malick Jagne úr Gambia er gestatónleikari.
Økusól
spæla tilrættisleggingar av siðbundnum føroyskum og grønlendskum tilfari, umframt egnar kompositiónir. Bólkurin fer seinni í summar til Grønlands at spæla. Í hópinum eru Hjalti Joensen, el-gittar, Agnar Lamhauge, bass, Marita av Steinum, tvørfloytu, Óli Olsen, ljómborð og Arni Carlsen, ljómborð.
Niels Midjord, Petur Jákup Eliasen og Hans Jacob Hansen
syngja kingo. Hesaferð eru tað serliga sjósálmar, ið eru á skránni, soleiðis sum Marius Vilhelmsen úr Syðradali á Kalsoynni sang teir.
Gigl
er ein nýggjur spælimansbólkur. Løgini, ið bólkurin framførir, eru úr nótabókini hjá J. C. Svabo, sum hann byrjaði at skriva í 1775, løg hjá Ívari Bærentsen, okkurt heimagjørt lag og annars siðbundin dansitónleikur úr Írlandi, Skotlandi, Svøríki og øðrum londum. Tey, ið eru við, eru Marita av Steinum, tvørfloytu, Eyðun Lamhauge, harmoniku, Agnar Lamhauge, kontrabass, Justin Philbrow, kassagittar og Kári Sverrisson, fiól.
Skráin fyri stevnuna
Skráin fyri fólkatón-leika-r-stevnuna 2000 er henda:
Mánadagin 10. juli kl. 20 í Losjuni í Gøtugjógv:
Shalder Geo, Økusól, Han-us Johansen, Enekk ? aftaná spæla »Taxi«.
Týsdagin 11. juli kl. 15 í Grasagarði í Havn:
Malick Jagne (Gambia), Gigl.
kl. 19-22 á Háskúlanum í Havn:
Trummuskeið við Malick Jagne úr Gambia. Tilmeld. tlf. 441653 og tlf. 442115 (Jón Tyril).
Mikudagin 12. juli kl. 19.30 í Norður-landa-hús-in-um í Havn:
Hanus Johansen, Økusól, Tone--makeriet (Noreg), Ivory (við Malick Jagne, áslátt--ur).
Hósdagin 13. juli kl. 15 í Listaskálanum í Havn:
Barnatiltak við konsert og dansispølum. Sharon Weiss lærir okkum ymsar dansir, vit læra skjaldur og lurta eftir tónleiki. Ókeypis at-gongd.
Kl. 19.30 í Norður-landa-hús-inum í Havn:
Shalder Geo, Enekk, Utla (Noreg).
Fríggjadagin 14. juli kl. 18.15 umborð á »Smyrli« á veg til Suðuroyar:
Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hag-berg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.
Kl. 20 í Skálavík:
Enekk, Utla (Noreg).
Kl. 21 í Klubbanum á Tvøroyri:
Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hagberg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.
Leygardagin 15. juli kl. 15-17 í Grasagarði í Havn:
Gigl, Shalder Geo og An-ders Hagberg (Før./Svør-íki).
Sunnudagin 16. juli kl. 16 í Havnar kirkju:
Niels Midjord, Petur Jákup Eliasen, Hans Jacob Hansen og Kári Sverrisson syngja kingosálmar. Anders Hag-berg, Kristian Blak og Mika-el Blak spæla ljóð-før-is-tónleik.
Mánadagin 17. juli kl. 12 ger Norðlýsið ferð út í Hest, har Anders Hagberg spælir solo í Klæmintsgjógv. Vit vera aftur á Havnini áleið kl. 18.