Fólkatónleikarar tulka J.C. Svabo

Fimm fólkatónleikarar úr Englandi og Danmark geva í dag út fløguna ?Færd? við tónleiki, sum millum annað tekur støði í varðveitta nótasavninum hjá J. C. Svabo.

Í 1928 varð eitt nótasavn eftir Jens Christian Svabo funnið á loftinum í Pæsastovu í Havn, har Svabo búði seinastu nógvu árini av lívi sínum. Savnið verður mett at stava frá umleið 1775.
Í dag verður ein fløga útgivin, sum í stóran mun tekur støði í hesum nótasavni.
Tað eru fimm fólkatónleikarar, tveir úr Englandi og tríggir úr Danmark, sum hava tikið stig til fløguútgávuna, sum verður nevnd ?Færd?. Heitið vísir til temaið hjá fløguni, ið er æviga ferðin hjá tónleikinum frá landi til lands og frá manni til manns.
Á fløguni eru nútímans tulkingar av eldri løgum, sum bera dám av at hava ferðast millum lond og fólk. Eftir at hava spælt burturúr nótasavni Svabos, meta fólkatónleikararnir handan fløguna tað verða týðuligt, at J.C. Svabo hevur fingið tónleikaligan íblástur á ferð síni í Englandi í 1775.
Hini løgini á fløguni eru danskar vísur, sum hava verið brúktar í dansi av føroyingum, og sdum soleiðis eisini hava fingið dám av at ferðast.

Konsertir kring landið
Fløgan ?Færd? verður útgivin í Føroyum í morgin í sambandi við at fýra av teimum fimm tónleikarunum á fløguni eru í Føroyum í løtuni, her tey skulu spæla konsertir fleiri staðni í landinum. Í komandi mánað verður fløgan givin út í Danmark.
Tað eru Karen Tweed og Ian Carr úr Englandi, og Peter Uhrbrandt, Eskil Romme og Nana Lüders úr Danmark, sum framføra løgini á fløguni.