Fólkatónleikarar hittast

Tónleikur, dansur og røður verða á skánni, nú fyrsta fólkatónleikarastevnan í Føroyum fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið



Heri Simonsen

heris@sosialurin.fo 



”Varðveitsla, menning ella líkasæla” er heitið á ráðstevnini um fólkatónleik, sum verður í Norðurlandahúsinumk um vikuskiftið.

Stevnan tekur støði í ritgerð um umstøðurnar hjá fólkatónleikinum í norðurlondum sum fólkatónleikarin Dánjal á Neystabø hevur skrivað, meðan hann hevur tikið útbúgving.

Dánjal á Neystabø hevur fingið nógvar og góðar afturmeldingar fyri rigerðina. Millum annað hevur norðurlendska fólkatónleikara-samtakið, Nordisk Folkemusik Komitté, sett seg í samband við hann, og biðið hann samskipa ráðstevnuna. 



Lunnar undir samstarvi

Hetta er fyrstu ferð, at ein slík ráðstevna verður hildin her á landi, og er ætlanin, at hon skal leggja lunnar undir eitt slóðbrótandi samstarv millum norðurlond. Høvuðsendamálið við stevnuni er at varpa ljós á menningarmøguleikarnir fyri føroyskum fólkatónleiki í einum livandi og dygdargóðum umhvørvi.

Dánjal á Neystabø hevur sjálvur eina eina framløgu, og fer hann síðani at stýra einum orðaskifti, sum varpar ljós á evnið. Fólkatónleikarar og serfrøðingar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki koma øll at hava eina framløgu uppá 20 minuttir hvør, har tey fara at lýsa sjónarhornini hjá teimum ymisku norðurlondunum. Talan er um gjølla útvaldar fyrilestrahaldarar, sum fara at tosa um umstøðurnar hjá fólkatónleikinum við støði í teirra heimlandið.

Ætlanin er at samanbera teir hættir at menna hesa tónleikagrein, sum verða brúktir í teimum ymsu norðurlondunum, og soleiðis finna fram ein leist, sum kann gagna føroyskum viðurskiftum. Ætlanin er, at tiltakið skal verða fólksligt, og verður innihaldið lagt soleiðis til rættis, at øll sum koma í Norðurlandahúsið kunnu taka lut í orðaskiftinum. 



Eisini framførslur

Alt verður tó ikki bara prát. Vilhelmina Larsen, Anna Maria Olsen og Kári Sverrison fara at geva norðurlendsku gestunum og øðrum áhoyrarum dygdargóð dømi um góðan føroyskan fólkatónleik. Norðurlendsku fólkatónleikarnir fara eisini at bera fram tónleik og dans, hetta verður í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tiltakið í Sjónleikarahúsinum í byrjar kl. 17.30. Øll sum hava áhuga fyri tónleikaviðurskiftum eru vælkomin til bæði tiltakið í Norðurlandahúsinum, og í Sjónleikarahúsinum. Tiltøkini eru ókeypis. Fólk sum hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum kunnu ringja til Dánjal á Neystabø, fartlf. 217721 ella við telduposti neystabo@hotmail.com.





Skrá fyri ráðstevnu um fólkatónleik 


Fríggjadag 11. juli 


Klokkan 16 til 17.30 í Norðurlandahúsinum

Dánjal á Neystabø greiðir frá høvuðsevninum á ráðstevnuni um fólkatónleik: ”Varðveitsla, menning ella líkasæla ?” 


Høvuðsinnihaldið henda fríggjadagin verður spælimanstónleikur og nótabøkur frá 1700 talinum, t.d. hjá J.Chr. Svabo. 


Hvussu hevur man handfarið tilfarið úr nótabókunum frá 1700 talinum í ymsu norðurlondunum? 


Leygardag 12. juli Klokkan 9 – 11.30

”Varðveitsla, menning ella líkasæla” 


Dánjal á Neystabø heldur ein stuttan fyrilestur um evnið.

Næstu 20 minuttinar geva umboð frá Svøríki, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Noregi sítt íkast til evnið. Hesi fara øll at leggja dent á ymiskar varðveitingar- og menningarhættir, og hvussu man hevur arbeitt við siðbundna tilfarinum í teimum ymsu norðurlondunum. 


12.30-15.30: Orðaskifti og kjak

Dánjal á Neystabø verður orðstýrari av orðaskifti undir heitinum: ”Varðveitsla, menning ella líkasæla”. 


Leygardag kll 16.00-18.00: Konsert í Norðurlandahúsinum

Koncert við luttkarum frá fra Nordic Folk Camp, som fer fram í døgunum 6-13. juli. 


Leygardag kl. 19.30-21.00: Konsert í Sjónleikarhúsinum

Koncert við tónleikarum úr Norðurlondum og føroyskur trad/fólkatónleikur. 


Leygardag kl. 21 – 23 Dansur í Sjónleikarahúsinum

Luttakarar á Folk Camp skipa folkadans. Eisini verður føroyskur dansur.

Nachspiel