Hans Arne Bertholdsen
Sambandsflokkurin
Nú val er fyri framman verður dúliga skrivað um mangt og hvat. Fekk ein lítlan bókling í postkassan sum var skrivaður av Sjúrða Skaale.
"Tað er býtt at velja fólk sum einki gera til nyttu". "Næstan øll tey sum stilla upp til valið hava annað fulltíðarstarv. Tey fara ikki at røkja fólkatingssessin til lítar" Hetta vóru nakrar av yvirskriftunum sum vórðu brúktar í bóklinginum.
Velja føroyingar fólk, sum skriva slíkt møsn? Hvat er tað sum telur um ein skal fáa atkvøðuna?
Hvussu Sjúrður Skaale kann standa fram og siga, at tey sum stilla upp, ikki fara at røkja sessin til lítar, um tey verða vald, er ilt at skilja. Tí sjálvandi velja fólk valevni, sum tey meina kunnu gera ein mun til tað betra.
Hvussu hava vit tað
Hvat hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt til nyttu? Teir hava borið fram 66 mál, siga tjóðveldismenn sjálvir. Men hvat eru hetta fyri mál? Svarið er: fyrispurningar oman á fyrispurningar og endurtøkur av somu fyrispurningum, sum fyri ein stóran part ikki hoyrdu heima á fólkatingi. Tað er vorðið sum avrik.
Eg fari ikki at brúka mína tíð uppá at niðurgera aðrar flokkar, men fari heldur at royna at lýsa, hvussu gott vit í veruleikanum hava tað í Føroyum.
Eg havi í mínum starvi arbeitt í mongum londum, og enn havi eg ikki verið í einum landi, har fólk hava tað so gott sum í Føroyum. Hví so brúka alla okkara tíð uppá kegl og grenj?
Heldur skulu vit læra okkum at virðismeta tað, sum vit hava, og umganga tað við skili. Mín meining er, at vit taka alt ov nógv sum eina sjálvfylgju. Vit gremja okkum um smámál.
Tað, sum okkum veruliga tørvar á fólkatingi, eru fólk sum kunnu vísa eitt gott andlit úteftir, fólk sum duga fólkaskikk. At tey eisini fara at arbeiða, má metast sum ein sjálvfylgja.











