Flestu foreldur í landinum mundu sett døgurðan í hálsin, tá fjølmiðlarnir í 2006 kunngjørdu úrslitið av eini altjóða kanning, ið nevndist PISA-kanningin. Almenningurin hevði onki hoyrt um hesa kanning fyrr, men úrslitið var nóg skelkandi fyri tað. Føroysk skúlabørn vóru sera illa fyri samanborið við skúlabørn í øðrum londum. Føroyar lógu á næstaftasta plássi í kanningini framman fyri dumpikandidatin, Meksiko, varð staðfest, og so fór ein sjálvrannsakan í gongd, sum ikki er endað enn. Lærarafelagið vardi seg sum frægast, politikarar skuldu greiða frá, hví so lítið fekst burtur úr pengunum, og foreldrini, sum mundu sett døgurðan í hálsin, hugdu at sínum kæru børnum og spurdu, um tey vóru sibbar.
PISA-kanningin í 2006 loypti veruliga hvøkk á alt samfelagið og skrykti lærarar, foreldur og politikarar úr eini hugnaligari fatan um, at alt gongur so sára væl í tryggu Føroyum. Tí tað ger tað ikki. Tann hugnaligi fólkaskúlin, ið kendist so tryggur fyri mong, tí tey høvdu sama flokslærara í 10 ár, ið ikki kravdi stórvegis av næmingunum, fekk brádliga av grovfílini fyri at vera slappur og syrgiliga afturúrsigldur í heimsins stóra meldri. So rívandi galið mundi tað ikki vera kortini, tí kanningin vísti eisini, at summir skúlar vóru betri enn aðrir, og summi børn stóðu seg væl. Men at fólkaskúlin framvegis hevur eina stóra avbjóðing, vísti eisini næsta PISA-kanningin frá 2009.
Í teirri kanningini var ein ávís framgongd at hóma, serliga í lesing, men stór var hon ikki. Framvegis lógu Føroyar í niðasta triðinginum av londum, sum vit samanbóru okkum við, og vit lógu trygt á aftasta plássi í Norðurlondum. Í lesing var Finnlandi nr. 1, Noreg nr. 2, Ísland nr. 3, Svøríki nr. 4 og Danmark nr. 5. Aftast vóru so Føroyar. Í støddfrøði var Finnland nr. 1, Ísland nr. 2 og Danmark nr. 3. Síðan komu Noreg, Svøríki og Føroyar. Í náttúruvísindum var Finnland á 1. plássi, Noreg á 2. plássi, Danmark á 3. plássi, Ísland á 4. plássi, Svøríki á 5. plássi og so Føroyar á 6. plássi. Føroyar vóru ikki bara aftan fyri hini Norðurlondini, men langt aftanfyri.
Eitt stig lægri
Hetta er tann beiski veruleikin, sum lærarar, foreldur og politikarar framvegis skulu taka støðu til, og í kanningini frá 2009 varð so eisini staðfest, at úrslitini í føroysku skúlunum vóru sera lík. Tey vóru javnt góð ella vánalig, sum tikið verður til í kanningini. Eisini varð staðfest, at føroyskir næmingar sum heild liggja eitt førleikastig lægri enn næmingar í hinum Norðurlondunum, tó at Finnland er í einum flokki fyri seg. Meira enn triði hvør næmingur í 9. flokki verður ikki roknaður at hava virkisføran lesiførleika, sum krevst til víðari útbúgving og at kunna røkja mong vanlig størv. Og vantandi undirvísingartilfar og órógv eru ein forðing fyri innlæring í skúlunum.
Hava lærararnir skyldina? Hava foreldrini skyldina, tí tey ikki stimulera síni børn? Hava leiðslurnar skyldina, tí tær krevja ov lítið av sínum lærarum? Hevur læraraskúlin skyldina, tí hann klekir ov vánaligar lærarar? Ella hevur bygnaðurin við smáum skúlaeindum, ið ikki skapa nakað munagott fakligt umhvørvi, kanska skyldina? Mong eru boðini, og herfyri frættist so, at trý fólk, ið hava verið frammi í almenna kjakinum, Rigmor Dam, lærari og kunningarráðgevi, Páll Isholm, deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, høvdu sett sær fyri at skipa fyri reflektiónsseminari um fólkaskúlan á Føroya Fólkaskúla.
Reflektiónsseminarið verður hósdagin 10. mars, og endamálið við tí er rætt og slætt at varpa ljós á innihaldið í skúlanum. Rigmor Dam vísir á, at allastaðni kring okkum verður skúlin lagdur undir luppin, tí fólk spyrja, um hann fylgir við tíðini. Tann gamli skúlin var lagaður til gamla ídnaðarsamfelagið. Hongur tann føroyski skúlin kanska fastur í ídnaðarsamfelagnum og hóskar ikki til vitanarsamfelagið, ið langt síðan hevur tikið dik á seg, spyr Rigmor Dam. Seminarið á Føroya Fólkaháskúla varð upprunaliga lýst at vera føstulávintsmánadag 7. mars. Men nógv skúlafólk eru upptikin tá, og tí varð tað flutt til 10. mars. Rigmor vónar tí, at nógv fara at møta upp at siga sína hugsan um skúlan.
– Bulurin í fólkaskúlanum er bygdur á tankar, sum spruttu úr nationalu vekingarrørsluni í 1800-talinum, við skúlaflokkum, tímatalvum, klokku, fimleikahallarroyndum, karakterum og lærarum, sum standa á odda fyri einum hópi av børnum í sama aldri og úr sama grannalagi. Men í dag kunnu næmingarnir fara á netið eftir øllum upplýsingum. Teir kunnu fáa íblástur og beinleiðis kopiera. Hetta setir krøv til undirvísingina og alla skúlaskipanina og eisini til lærarar og næmingar at brúka amboðini við skili. Tilfarið á netinum er ofta óskipað og tilvildarligt, so hugtøk sum keldukritikkur, margmiðlanýtsla og kunningarførleiki mugu uppraðfestast í framtíðini, vísir Rigmor Dam á.
Upp úr skotgravunum
Páll Isholm vónar, at nakað munagott spyrst burtur úr átakinum á Føroya Fólkaskúla. Hann leggur dent á, at kjakið um fólkaskúlan má fáast upp úr skotgravunum millum Lærarafelagið og Mentamálaráðið og so politikararnar um smáar og stórar skúlar. Eisini heldur hann, at PISA-kanningarnar hava fylt ov nógv í kjakinum um skúlan, tí orsakað av teimum hevur næstan onki verður tosað um, hvønn skúla vit vilja hava, og hvat innihaldið í honum skal vera. Hetta eigur kjakið fyrst og fremst at snúgva seg um, heldur Páll Isholm. Hann hevur tí eisini fleiri ferðir sagt sína hugsan alment um skúlaskap og avbjóðingar í framtíðini.
– Eg sakni kjak og meiningar á politiska pallinum um veruliga innihaldið í undirvísingini. Tað tykist vera nógv lættari at hava eina meining um alt annað, t.d. bygningar, skúlagarðar, foreldrasamstarv, tímatal og leiðslubygnaðir, heldur enn at hava meiningar um innihaldið í tí, sum fer fram í skúlastovuni. Tá meiningar hendinga ferð eru frammi um innihaldið, snúgva tær seg um bátasmíð, kvøðing og kristni. Men vit tosa tá um at varðveita mentan og siðaarv og ikki um sovorðið, sum hevur við avbjóðingar í framtíðini at gera. Tað áttu vit at tosað nógv meira um, sigur Páll Isholm.
Hann skrivaði herfyri eina kronikk undir heitinum »Framtíðin í bíðistøðu,« har hann m.a. vísti á, at føroyingar vita væl, hvat er rætt at gera innan skúlaøkið, men megna ikki at gera tað. Vit gagnnýta ikki tær milliardaíløgur, sum eru gjørdar í samferðslukervið, og brúka ov nógvan pening upp á skipanir, sum tíðin langt síðan er farin frá. Vit effektivisera okkum ikki og verða tí ikki kappingarfør. »Vit halda fast í eini farnari og dýrari fortíð, samstundis sum vit vilja inn í eina effektiva og framskygda framtíð. Hetta er eitt paradoks, sum ikki letur seg gera, og sum kostar okkum dýrt hvønn einasta dag. Bæði í peningi og dygd,« skrivaði hann.
Sama lærara í 10 ár
Hann nevndi m.a., at í Eysturoynni og Norðoyggjum eru sjey framhaldsdeildir, sum hava eitt og sama endamál, nevniliga at útbúgva ungdómar í 8., 9. og 10. flokki. Mesta fjarstøðan millum hesar sjey framhaldsdeildirnar er 35 kilometrar. Kortini verður hildið fast við hesa sundurbýting, og úrslitið er, at kanska á ongari framhaldsdeild er fakliga støðið nóg høgt og mennandi. Hann skrivaði eisini, at summastaðni verður enn hildið fast við, at flokkar skulu hava sama flokslærara í samfull 10 ár, ja, helst helst eisini sama føroysktlærara og roknilærara. Einlæraraskipanin er sostatt framvegis í gildi, og neyvan samsvarar hon við nýmótans námsfrøðilig krøv, helt hann.
»Ímynda tær felagsskapin av børnum, sum ikki fekst at rigga í barnagarðinum, sum so fekk ein vánaligan og kanska ótolnan flokslærara í 1. flokki, ið tey hingu uppá, líka til tey skuldu á miðnám. Hvussu hava hesi børnini tað, hvussu hevur skúlin og fyri tann skuld barnagarðurin megnað sína uppgávu? Hvussu nógv føroysk børn hava upplivað nakað líknandi í sínum nærumhvørvi, og hvussu nógv børn ynskja vit skulu uppliva hetta í framtíðini,« spurdi Páll Isholm í kronikkini. Hetta og mangt annað verður umrøtt á seminarinum, sum Rigmor Dam, Helgi Rasmussen og hann sjálvur skipa fyri á Føroya Fólkaskúla 10. mars.
- - -
FAKTA:
Rigmor Dam, Helgi Rasmussen og Páll Isholm skipa 10. mars fyri reflektiónsseminari á Føroya Fólkaháskúla um fólkaskúlan
Tey vilja hava kjakið at snúgva seg um annað enn tímatal, bygningar og stríðsmál millum áhugabólkar. Hvussu fæst skúlin at hóska til nútíðina, er høvuðsspurningurin
PISA-kanningin í 2009 vísti, at føroyskir næmingar eru ringast fyri av teimum norðurlendsku. Føroyar vóru aftast bæði í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum
Í PISA-kanningini varð staðfest, at støðan var javnt góð ella vánalig í ymsu skúlunum. Tvær orsøkir til vantandi innlæring vóru ónøktandi undirvísingaramboð og órógv
PISA-kappingin í 2009 vísti eina ávísa framgongd í lesing samanborið kanningina í 2006, sum skelkaði alt samfelagið. Men framgongdin var lítil