Árligi aðalfundurin hjá Heim & Skúla verður í dag klokkan 13 í Eysturskúlanum í Havn.
Fundurin er fyri skúlastýrislimir, men eisini onnur áhugað eru vælkomin, skrivar nevndin í Heim og Skúla í morgun.
Fundurin byrjar við tveimum framløgum til íblásturs.
Magni á Lakjuni, formaður fyri skúlastýrið fyri Eysturskúlan, fer at leggja fram úrslit av kanning av internetnýtsluni hjá næmingum skúlans, sum skúlastýrið hevur fingið gjørt.
Dagbjartur Debes, lærari á Námsvísindadeildini, fer at hava framløgu við heitinum “Eftirmetingar í føroyska fólkaskúlanum”.
Hvør framløga tekur á leið 15 minuttir umframt spurningar og kjak. Síðani verður ein stuttur steðgur við kaffi, te og onkrum afturvið. Eftir tað er aðalfundur á skránni.