Fólkaskúlin skal spara fimm milliónir

Umfatandi tiltøk skulu nú setast í verk fyri at rationalisera fólkaskúlan við fimm milliónum krónum. Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum fyri løgtingsis fíggjarnevnd, nú fíggjarlógin fyri 2010 er til viðgerðar.

Men fær hon ikki undirtøku fyri hesum broytingum, verður neyðugt at lækka tímatalið í skúlanum samsvarandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu tiltøkunum er at leggja skúlar saman fyri at rationalisera raksturin.

Í tí sambandi ætlar hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka reglurnar um fólkaatkvøðu í sambandi við, at skúlar verða niðurlagdir o reglurnar um, at flokkar ikki kunnu umskipast, eftir at næmingarnir eru býttir í flokkar.

Harumframt ætlar hon at fáa heilmild til at fara undir samráðingar við lokalar

skúlamyndugleikarnar við tí endamáli at skipa skúlasambond, men eydnast ikki at finna semju í seinasta lagi 1. Januar í 2012, vil hon hava heimild til at skera ígjøgjum og skipa skúlasambondini sjálv.

Og at enda vil Helena Dam á Neystabø hava heimild til at skipa læraratalið í hvørjum skúlsambandi ella skúla eftir næmingatalinum.

Hon sigur, at hetta fer at skapa møguleiki at fullnýta bæði kommunala raksturin og landsjáttina til fólkaskúlan, soleiðis at umstøður vera til at menna tvílæraraskipanina, veita lærarum eina munagóða og skipaða eftirútbúgving, seta fleiri NSR tænastur á stovn, umframt at skipa eftirskúla og ymisk royndar- og menningarvirksemi.