Fólkaskúlin skal kannast út í odd og egg

Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Lærarafelagnum, heldur, at um fólkaskúlin skal mennast, skal hann kannast út í æsir.

Einstøku fólkaskúlarnir arbeiða sum oyggjar í havinum, uttan at vita, hvussu støðan er í hinum skúlunum.

- Vit mugu hoyra tær góðu søgurnar. Ikki so nógv um tey einanstandandi tiltøkini, men um mannagongdir, sum hepnast væl, og sum onnur áttu at hoyrt um, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Rás2.

Hann vil ikki siga, um tað eru fleiri veikleikar í fólkaskúlunum, men tað er neyðugt at fáa staðfest, hvussu tað stendur til.

- Tað eru fleiri gitingar, hvussu stendur til. Tað kunnu vit ikki brúka. Vit mugu staðfesta, hvar ábøtur kunnu gerast, tí vit vita ov lítið, sigur Herálvur Jacobsen.