Fólkaskúlin skal hava ábøtur

Á almennum valfundi í Sjónleikarahúsinum í Havn beint nú, eru politisku flokkarnir samdir um, at nú skal fólkaskúlin hava ábøtur og tankarnir eru nógvir. Fundurin verður sendur beinleiðis á Rás 2 Fólkaskúlin skal nú hava ábøtur.

Tað eru fleiri politikarar samdir um á almenna valfundinum í Sjónleikarahúsinum beint nú og sum verður sendur beinleiðis á Rás 2.

Hans Pauli Strøm í Javnaðarflokkinum heldur, at øll vita, hvat skal til so at tað er bara at fara til verka ístaðin fyri at práta.

Hann heldur eisini, at landið skal umsita skúlan, sum støðan er nú, so leingi sum kommunurnar hava so ymiska fíggjarorku

Marjus Dam úr Sambandsflokkinum var púra samdur og segði, at tað verður eitt aðalmál at styrkja skúlan og hann helt eisini, at lærararlønirnar skulu hækka.

Hann heldur ikki, at bygnaðurin skal broytast.

Jógvan á Lakjuni vísti á, at nógv er gjørt og nógv er á gáttini til at verða sett í verk. Men tað eru eisini nógv onnur stig at taka.

Hinvegin heldur hann, at størsti spurningurin at taka støðu til, er, at leggja skúlan undir ein og sama myndugleika, tí sum nú er, hevur landið ábyrgdina av einum parti og kommunurnar av einum øðrum parti.

Rúna Sivertsen úr Sjálvstýrisflokkinum er samd um, at allur myndurgleikin skal vera á einum stað og tað skal vera undir landinum.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum er samdur um, at landið skal umsita allan skúlan og at hann sostatt ikki skal leggja undir kommunurnar, tí m.a. hevur Tórshavnar Kommuna víst, at tær hava ikki raðfest skúlan, tí verður skúlin lagdur undir kommunurnar, verður tænastan ymisk og vit fara at fáa fyrsta og annan floks skúlar.

Finnur Helmsdal úr Tjóðveldinum helt, at Pisakanningin hevur gjørt, at vit hava sett kikaran á fólkaskúlan og hann heldur, at hetta hevur reist nakrar áhugaverdar spurningar.

Men Pisa hevur eisini flutt fokus frá størsta trupulleikanum í skúlanum og tað eru næmingarnir við serligum tørvi og klára vit ikki at loysa tann trupulleikin, koma vit ikki á mál og tað má mentamálaráðið hava eitt boð upp á.

Hann heldur, at skúlin skal leggjast undir kommunurnar.

Jógvan á Lakjuni sigur, at nógv er gjørt á økinum, men at nógv er eftir at gera.

Fleiri politikarar eftrlýs størri skúlaeindir og Bill Justinussen heldur ikki, at tað er rætt, bæði at byggja nýggjan skúla á Toftum, nýggjan skúla í Runavík og nýggjan skúla á Strondum, uttan at tosa saman um at samansjóða skúlarnar og kann møguleikarnar fyri at byggja ein felags skúla.

Hans Pauli Strøm sigur, at ein fortreyt fyri at leggja fleiri málsøk undir kommunurnar, eitt nú skúla, er, at fleiri kommunur leggja saman í størri eindir