Fólkaskúlin í fokus

Týskvøldið var fólkaskúlin í fokus í Miðlahúsinum, tá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði tikið stig til ein almennan kjakfund um evni

Eitt seksmannað pallborð hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag savnað saman týskvøldið at viðgera fólkaskúlan. Hesir seks pallborðsluttakararnir umboðaðu nógvar ymsar partar: Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, Maibritt Jacobsen, pedagogur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Olaus Jespersen, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, Andrias Petersen, løgtingslimur og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hugskotið við at hava fundin var útmerkað, fleiri áhugaverd sjónarmið vóru eisini frammi og kjakið var eisini hildið á einum sømiligum støði. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at fundurin í nógvar mátar var rættiliga tamur. Lítið nýtt kom undan kavi og kjakið virkaði til tíðir rættiliga óskipað. Ein rúgva av hugskotum og viðmerkingum vóru, men tann reyði tráðurin vantaði onkursvegna.
Fólkaskúlin er eitt ovurhonds stórt og breitt evni, og tí hevði helst meiri komið burtur úr kvøldinum, um evni var meiri avmarkað. Til dømis um tað er rætt at koyra børn í skúla sum seks ára gomul. Í staðin sveimaði kjakið vítt og breitt um allan skúlaverkið, og lítið nýtt var at koma eftir.
Eftir fundin var tó ein greið niðurstøða.
– Tað er bara ein, sum kann sita á síni fløtu reyv og fáa úrslit, og tað er ein høna, segði onkur skemtandi úr salinum. Okkurt má gerast við fólkaskúlan, men eftir fundin í gjár er framvegis ógreitt, hvat skal raðfestast fremst.
Á hesari og fylgjandi tveimum síðunum verður ljós varpað á nøkur av teimum sjónarmiðunum, sum vórðu havd á lofti í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.