Katrin D. Jakobsen:
- Spurningurin er, um vit eru við ella ikki. Skulu vit lata okkum noyðast við gamalt jarn, og skal fólkaskúlin brúkast til tað? Ella skulu vit sleppa okkum av við ruskið? Tí vit eru øll samd um at gomul teknologi hóskar ikki til framtíðar avbjóðingar, óansæð hvussu vit pakka tað inn.
- Danir innsavnað eisini sínar gomlu teldur saman ? men ikki til fólkaskúlan ? men teir stúva tær saman í byngjur og brúka tær til menningarhjálp. Nógvar teldur eru sendar til Russlands. Teir sleppa sær av við ruskið. Í Farum kommunu fáa øll børn í barnagarðsaldri eina teldu heim við og hvør næmingur í framhaldsdeildini fær eina farteldu. So har hevur man tikið stigið fult út og avgjørt at vit eru við í tokinum.
- Og so hongur hetta als ikki fíggjarligt saman. Fyri 20 brúktar teldur skalt tú gjalda 130.000,- kr. Og tú fært eina nýggja teldu fyri tað, sum tað kostar at uppstiga eina nýggja teldu. Tað kostar 6.500,- kr. pr. teldu at uppstiga. Eg havi kannað tað, og tú fært eina nýggja teldu fyri 5000,- kr. um tú samskipar keypið.
Spurningurin er, um vit skulu brúka eina rúgvu av pengum til at uppstigað gamlar teldur ella skulu vit brúka somu upphædd til at keypa nýggjar teldur fyri? Hetta er ein dýr discountloysn.
Eg eri bangin fyri at fólkaskúlin fer at svíða fyri hetta.