Fólkaskúlin er í knúsi um trý ár

Hendur ikki ein alvorlig nýskipan nú, fer fólkaskúlin í knús um tvey, trý ár og so hava vit bitið høvdið av allari skomm, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum

- Verður fólkaskúlin ikki umskipaður og nýskipaður, so at skúlar verða lagdir saman, er fólkaskúlin í knúsi um eini tvey, trý ár.
Tað er Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, púra sannførd um.
Hon vil sleppa at nýskipa fólkaskúlan við at skipa hann í sjey skúlaøki, sum skulu fylgja nýggju kommununum, tá ið tær verða lagdar saman.
Samstundis við hon hava lógina strikaða, sum sigur, at skal skúli leggjast niður, skal fólkaatkvøða verða í bygdini um tað.

Ein langur vegur
Uppskotið varð til viðgerðar í Løgtinginum í gjár.
Eftir viðgerðina má landsstýriskvinnan ásanna, at undirtøkan var ivingarsom.
- Tað verður ein langur vegur, staðfestir hon.
Og tað tykist um at hon hevur fyrireikað seg upp á at tað fer ikki at alt, hon hevur biðið um.
- Høvdu vit bara fingið gongd á so at tað eydnast at skipa nøkur skúlaøki, ella skúlasambond, hevði tað verið eitt framstig, sjálvt um øll sjey skúlasambondini ikki verða skipað beinanvegin, sigur hon.
- Allur bati bøtur. Men tað er greitt, at vit kunnu ikki bíða líka leingi eftir eini nýskipan á fólkaskúlaøkinum, sum vit hava bíða eftir broytingunum í kommunubygnaðin, so nakað skjótt má okkurt henda.
- Men tá ið umfatandi broytingar skulu gerast, er tað mangan ein drúgv tilgongd, tí tað skal mýkjast.
- Eg veit at tað verður tórført. Men hetta hevur avgerandi týdning fyri alt samfelagið og tí ivist eg ikki í, at vit og skil fer at vinna á.
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur fleiri ferðir staðfest, at tað eru ongi tekin í sól og mána til, at nakað øki í samfelagnum, fer at fáa nær í námind so stórar hækkingar, at fult endurgjald fæst fyri lønarhækkingar og prísvøksturin annars.
- Hendir onki, verður skúlin sostatt meiri og meiri afturútsigldur, sum árini ganga.

Bíta høvdið av allari skomm
Í ár varð samgongan samd um játtanin til skúlan og onnur øki, skuldi ikki hækkast so nógv, at fult endurgjald fæst fyri lønarhækkingum og príshækkingum annars og tí skuldi sparingar setast í verk.
Sostatt varð játtanin til fólkaskúlan í ár løgd út frá tí, at nýskipanin kundi setast í verk, - Men tað hevur so ikki eydnast og avleiðingin er, at einir 1000 tímar verða tiknir burtur úr fólkaskúlanum í ár og tað svíður rættiliga illa, serliga hjá teimum størru skúlunum.
- Skuldi virksemi í ár verið á sama støði, sum í fjør, skuldi játtanin til skúlan verið níggju milliónir hægri enn hon er.
Hon staðfestir, at enn heldur fólkaskúlin øll lógárásett krøv.
Men verður skúlin ikki nýskipaður nú, mugu vit undir eitt umfatandi spariumfar afturat næsta ár.
- Og verður hetta gongdin, hava vit knúst skúlan sundur innanífrá um tvey, trý ár og tað vildi verið at bitið høvdið av allari skomm og tað kunnu vit ikki standa modell til, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.
Les eisini greinina: Frysta Føroyar niður í fimm ár og greinina: Ganga beint ímóti Helenu