Fólkaskúlaráðið hevur leingi verið óvirkið, men í broytingaruppskotinum til fólkaskúlalógina, sum varð samtykt fríggjadagin, varð álagt landsstýrismanninum at fáa ráðið at virka aftur. – Fólkaskúlaráðið verður sett aftur sum skjótast. Hvørji skulu sita í tí, fara vit at viðgera nærri, segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum, sambært heimasíðuni hjá Lærarafelagnum, undir aðru viðgerð av broytingaruppskotinum. Í grein 58 í fólkaskúlalógini stendur, at landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.