Fyri fimm árum síðani, tá ið dagstovnalógin varð broytt og vit fóru undir at gera námsætlanir varð alt arbeiði á dagstovnaøkinum sett undir lup. Hesar námsætlanir umfata alla menningina hjá barninum.
Vit hava sjey mennigarøkir. Tey seinastu tvey árini hava vit havt serligan dent á málmenningi og rørslu og hevur Barna og Ungdómsdeildin hjá Tórshavna Kommunu skipað fyri frálæru í hesum.
Tað ið spurdist burtur úr hesum arbeiði, sæst týðiliga aftur í dag.
Vit hava eina ørgrynni av tilboðum hvønn dag, um at spæla og at læra.
Allir stovnarnir hava ein skúlabólk ella skúlaspírar sum nøkur kallað tey elstu børnini.
Nøkur hava eitt tilboð hvønn dag, aðrir hava nakrar dagar um vikuna.
Hetta tilboð er fyri at gera skiftið millum barnagarð og skúla betri og lætttari fyri barnið.
Vit hava arbeitt við hesum skiftinum ella yvirgongdini nú í nógv ár, og nógvar royndir liggja á dagstovninum, hvussu vit fyrireika tey til skúlabyrjanina.
Tí er tað ikki neyðugt at fara at gera alt arbeiði umaftur hvussu arbeiði skal skipast um skúlaaldurin verður settur niður til seks ár. Tað verður longu gjørt á dagstovnaøkinum í dag.
Tað ið vit mangla ella sakna í dag, er at samstarva um skiftið við skúlan. Ein førandi kapasitetur í útlandinum orðar hendan trupulleika soleiðis:
“Her er talan um skifti millum tveir stovnar, eitt skifti millum tveir heimar, millum tvær pedagogiskar skipanir og mentanir.Tað, sum kann vera trupult fyri barnið, er ikki skiftið í sær sjálvum, men heldur tvørrandi møguleiki at binda saman tað gamla við tað nýggja, soleiðis, at tað nýggja kemur at standa sum nakað fremmant og skilt burtur frá royndum barnsins og tess tilvitsku.
Vit í barnagarðinum mugu geva børninum eian mynd av, hvat skal henda í skúlanum.Um barnið ikki far høvi at gerast kunnugt við tað nýggja, fyrr enn tað stendur mitt í tí og skúlin ikki megnar at knýta seg til tann pedagogiska veruleika, ið barnið kennir og kemur frá í barnagarðinum, stendur barnið á berum og megnar ikki at skapa tey kensluligu og mentali sambond millum barnagarðsbarn og tann skúlanæming tað skal blíva. Tað er sostatt upp til barnið sjálvt at skapa hesi sambond.”
Um tit ynskja, at børn fara fyrr í skúla, eru hesar royndirnar, sum longu eru gjørdar við seks ára gomlum, tøkar hjá tykkum sum vara av dagstovnaøkinum. Vit eru greið yvir týdningin av at samstarva um hetta skiftið millum dagstovn og skúla.
Eg vil heita á tykkum, um at kunna tykkum um tað arbeiðið ið er gjørt fyri tey seks ára gomlu.
Vit hava longu slóðað fyri á dagstovnaøkinum og loyvi okkum upp í, tá ið tit viðgera okkara øki. Annars sita tit við einum tilmæli, ið bert tit í fólkaskúlaráðnum skilja.
Vit námsfrøðingar skilja ikki tilráðingarnir og annað tit koma við, tí tit viðgera okkara øki og hava ikki kunnað tykkum um, hvat ið vit fáast við.
Vit eru ikki hoyrd í hesum máli, heldur ikki eru vit spurd eftir, hvat vit gera á okkara øki.
Tilmælið, sum Fólkaskúlaráðið hevur gjørt, uttan at spyrja okkum í barnagarðsøkinum eftir, er ein sera óheppin samskiftisháttur.
Vit eru sera hørm um hetta hálva tilmælið sum umfatar okkara øki. Hetta er ikki rættið hátturin at vilja samstarva. Og absolutt ikki í tráð við góðan umsitingarsið.