Fólkaskúlalógin fingið arbeiðsætlan

Í sambandi við Fólkaskúlalógina frá 1997 er nú gjørd ein arbeiðsætlan. Talan er um eitt álit, sum skal gera tað soleiðis, at tað fer at bera til at útnytta møguleikararnar, sum eru í Fólkaskúlalógini. Allir partar tykjast higartil rættiliga væl nøgdir


 

Fólkaskúlin

Hósmorgunin kundu landsstýrismaðurin í mentamálum og forkvinnan í Føroya lærarafelag fáa hvør sítt avrik einum áliti við heitinum Fólkaskúlalógin ? ein avbjóðing.

Hetta er úrslitið av arbeiðinum hjá einum arbeiðsbólki, sum hevur verið í holt við hesa verkætlanina síðani í februar mánað í ár.

Arbeiðsbólkurin er settur sambært einum protokollati millum Føroya lærarafelag og Undirvísingar- og mentamálstýrið, ið var undirskrivað hin 30. apríl 2000.

Hóast arbeiðið skuldi verið gjørt liðugt áðrenn 1. januar 2001, so endaði tað tó við, at álitið varð handað hósmorgunin. Formaðurin fyri arbeiðsbólkin, Heðin M. Klein, vildi ikki koma nærri inn á, hví hetta hevði tikið meiri tíð enn upprunaliga ætlað, men hann vísti á, at tann fyrsti fundurin, sum arbeiðsbólkurin hevði havt, varð hildin í februar mánaði í ár. Heðin M. Klein er valdur til formann fyri arbeiðsbólkinum av hinum limunum í bólkinum. Teir seks limirnir, sum umframt Heðin hava sitið í arbeiðsbólkinum, eru: Gyðja Hjalmarsdóttur Didriksen og Súni Kristiansen, bæði fyri Føroya lærarafelag. Durita Tausen, fyri Fíggjarmálastýrið. Jenny Lydersen og Thordis Dahl Hansen, fyri Mentamálastýrið. Arnbjørn Kristiansen hevur umboðað skúlanevndinar og skúlastýrini. Thordis Dahl Hansen hevur verið skrivari.


Nýtmeting

Í álitinum verða mong økið viðgjørd, og arbeiðsbólkurin kemur eisini við tilmælum á teimum ymsu økjunum.

?Arbeiðsbólkurin er av teirri sannføring at nú fólkaskúlalógin hevur verið í gildi og er roynd í nøkur ár, eigur landsstýrismaðurin saman við Fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum at gera eina gjølliga útgreining av føroysku fólkaskúlógini, síðan lógin kom í gildi, her undir eina nýmeting av kostnaðinum, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum.

Mett var í 1997, tá ið Fólkaskúlalógin varð samstykt, at tað skuldu góðar 88 míó til at innføra lógina og fáa hana at virka. Komandi ár eru tað settar 185 míó. av til fólkaskúlan.


Viðgerast

Sum vanligt er við tílík høvi, so søgdu tey bæði, sum tóku ímóti eisini nøkur orð. Bæði tóktust fegin um avrikið hjá arbeiðsbólkinum. Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya lærarafelag, segði seg hava saknað hetta í longri tíð, og hetta fór at gera tað lættari hjá teimum at arbeiða við teirri so nógv umtalaðu fólkaskúlalógini.

Eisini landsstýrismaðurin í skúlamálum, Óli Holm, hevði góð orð at bera arbeiðsbólkinum og álitinum, hóast hann ikki hevði fingið stundir til heilt at lesa hetta ígjøgnum enn. Hann segði, at hetta fyrst verður viðgjørt á fólkaskúladeildini hjá mentamálastýrinum. Hann dugir ikki at siga, um hetta verður latið til viðgerðar í tinginum, áðrenn val verður.