Kommunan er bygd upp sum eitt nevndarstýri, har tær mongu nevndirnar viðgera øll mál og taka avgerð í teimum, áðrenn tey verða beind til býráðið til endaliga samtykt.
Allir nevndarlimirnir hava býráðsarbeiðið framíhjá og kunnu vanliga ikki møta á fundi fyrrenn eftir arbeiðstíð.
Kommunan hevur eina umsiting, sum við borgarstjóranum sum ovasta leiðara tekur sær av dagliga rakstrinum og fyrireikar tey mongu málini til politiska viðgerð.
Men so hvørt, sum kommunan veksur, málini vaksa í vavi og tali, og fleiri uppgávur verða lagdar á kommununa, tekur seg eisini upp eitt álvarsamt fólkaræðisligt undirskot.
Hetta stendst av, at tey valdu umboðini koma longur og longur burtur frá kjarnanum og hava smærri og færri møguleikar at ávirka málini, meðan tey ganga. Teirra leiklutur byrjar stundum ikki av álvara, fyrrenn tað kemur til skarpskeringar at siga ja ella nei.
Sjálvsagt er tað avmarkað, hvat ein einsamallur maður ella kvinna kann koma út fyri at hava tak á í eini fyrisiting, sum umsetir fyri 600 mió kr. um árið og skal tæna 20.000 borgarum.
Tí hevur Tjóðveldi sett sær fyri at strongja á at menna kommunalu stýrisskipanina soleiðis, at býráðslimirnir fáa dyggari møguleikar at røkja sínar skyldur.
Meta vit saman við landið, so hava teir 33 løgtingslimirnir níggju aðalráð og níggju landsstýrisfólk at útinna sítt vald og tæna 48.500 borgarum. Og á tingi og í landsstýri verður talað fyri at flyta uppgávur frá landinum til kommunurnar.
Í øðrum londum eru ymsar skipanir fyri ymsar kommunur, m.a. eftir stødd og innihaldi.
Ein myndil fyri Tórshavnar kommunu kundi verið, at tann politiska umboðanin í dagliga arbeiðnum varð styrkt, og at býráðið valdi 2-3 politikarar til undir liðini á borgarstjóranum at varða av ávísum málsøkjum.
Við eini tílíkari skipan hevði borið til at skipað politiska arbeiðið soleiðis, at nevndirnar kundu brúkt kreftirnar til at taka sær av teimum stóru linjunum í politikkinum heldur enn fløkjast í smámálum.
Hetta hevði verið fremjandi fyri skjótleikan og dygdina í málsgongdini.
Tað er natúrligt, at kommissiónin, sum landsstýrið ætlar at seta at viðgera framtíðar kommunal viðurskifti, eisini tekur hendan partin við.