Hvør roynir at fáa sum frægast burturúr til sín sjálvs. Men so eru nøkur av teimum, sum halda seg hava funnið hin einasta rætta politikkin, farin undir at tyggja og tanla atburðin og siðalæruna hjá teimum veljaranum, sum ikki hava valt Tjóveldisflokkin og alla hansara dýrd, og hetta er eftir mínari meting ein hin størsta orsøkinin til ikki at geva teimum mína atkvøðu.
Meðan vit enn eru undir danskari grundlóg, havi vit bæði loyvi og rætt til at velja politikk eftir egnari sannføring. Tað er snøgt sagt grundarlagið undir fólkaræðinum, hetta at valúrslitið skal vísa hvønn politikk fólkið vil hava. Men slíkar smálutir boyggir trúgvi tjóðveldisveljarin seg at vísa seg ikki fyri. Kanska eru tey longu farin at liva eftir eini tillagaðari føroyskari grundlóg?
Eg valdi ikki Tjóðveldisflokkin, tí eg ræðist hendan flokkin, og tað hann hevur myndað hesi seinastu árini. Har ræður ein hóttandi fanatisma undir leiðslu av einum tølandi droymara, sum hugfarsliga sveimar langt úti í rúmdini, heilt uttan samband við gerandisdagin. Hjálparprestur, ein líka so veruleikafjarur hetjutilbiðari, brølar sín boðskap yvir dalar og fjøll á ein hátt sum ger, at eg ikki kann annað enn sleppa mær avstað, ræðslusligin. Tey siga, at hetta snýr seg ikki um persónar, men um mál, men lívið hevur lært flestøll, at eingin keta er sterkari enn hitt veikasta liðið, og tað er eisini galdandi her.
Har kom ein lýsing í Sosialin dagin fyri valið, av misgáum varð sagt. Mistøk henda har sum mannahond hevur verið, tað vita vit øll, og tað kann eg eisini góðtaka, men tað at nakar her í Føroyum skal hava funnið uppá at gera eina slíka rasistiska mynd sigur alt.
Til endans má eg so bara staðfesta, at tey, sum siga seg stríðast sítt ítarsta fyri tjóðarfrælsi og -æru, helst ikki eiga minsta vet av teirri muru, sum er íborðin frælsum menniskjum og tí fekk/fær tjóðveldisflokkurin ikki mína atkvøðu.