Fólkaræðið sleppur at standa sína roynd, nú veljarar í afrikanska landinum Simbabvi sleppa at siga hugsan sína um hvør skal stjórna landinum. Talan er um fyrstu ferð at skipað verður fyri vali, eftir at Robert Mugabe bleiv koyrdur frá í einum hernaðarkvetti fjør. Mugabe var forseti í Simbabvi í 37 ár.
Sambært BBC, so meta altjóða eygleiðarar, at valið er ein gyltur møguleiki hjá borgarunum at bróta frá tungu tíðini undir Mugabe og sambært eygleiðarunum, so taka borgararnir av møguleikanum, nú forseta-, kommunu og lokalval er sama dag.
23 valevnir eru til forsetaembæti, men mett verður, at valið stendur millum sitandi forsetan, 75 ára gamla Emmerson Mnangagwa, og 40 ára gamla Nelson Chamisa, ið hevur fingið stuðul frá Robert Mugabe.
Veljarakanningarnar vísa, at Emmerson Mnangagwa, ið avloysti Mugabe sum forseta eftir hernaðarkvetti í november, hevur ein lítlan meiriluta millum veljararnar. Meirilutin er tó ikki serliga stórur og um einki valevni fær yvir 50 prosent av atkvøðunum, so ásetir vallógin, at eitt nýtt umfar verður hildið við teimum báðu valevnunum við flest atkvøðunum.
Umframt forseta, skulu veljararnir eisini velja 210 tingfólk og 9.000 býráðslimir.