Tjóðveldi merkir fólkaræði. Vit, fólkið í Føroyum, hava rætt til at verða javnsett við onnur fólk og fólkaræði. Vit eiga at hava ábyrgd av og ræði á øllum egnum viðurskiftum og at gera avtalur við tey, vit vilja, og taka lut í øllum altjóða samstarvi.
Hendan greiða hugsjón og hesi frælsisvirði eru í meira enn 100 ár vorðin niðurgjørd og gjørd til ræðumynd av stórum parti av politisku skipanini í Føroyum. Sambandsíhaldið hevur trúttað niður í okkum og okkara fólk, at frælsi er ikki at taka ábyrgd og hava ábyrgd av hvørjum øðrum í hesum samfelagnum og mótvegis øðrum londum. Frælsi skal ístaðin finnast í tí at sleppa undan ábyrgd. At vit ikki skulu skapa virðini sjálv og verða samhaldsføst mótvegis hvørjum øðrum. Onkur annar skal geva okkum pening og taka sær av okkara trupulleikum, framtíð og av okkara veikastu. Onkur annar skal taka avgerðirnar fyri okkum.
Og í fullum álvara bjóða fólk seg fram at verða vald á ting og í landsstýri við boðskapinum: “Atkvøð fyri mær. Eg havi ongar ætlanir um, hvussu vit skulu menna okkum og klára okkum. Men eg skal biðja Danmark um pengar og lata tey taka avgerðirnar fyri okkum. Soleiðis kunnu vit bjargast og gerast persónliga fræls við at sleppa undan at taka ábyrgd!”
Avreiða allar avgerðir
Hóast øll framstig í Føroyum eru hend, tá vit hava tikið ábyrgd sjálv, og allar ræðumyndir eru gjørdar til skammar, so hava vit neyvan nakrantíð havt so heimastýrisliga og undirbrotliga stjórn, sum ABC-samgonguna. Fólkaræðið seyrar bara burtur, og vit lata onnur taka avgerðirnar. Fyri bert at taka feskastu dømini:
Løgmaður sigur Føroya fólki, at vit bara megna at liva ígjøgnum kreppuna við avgerðum hjá danska Fólkatinginum um bankaviðurskifti (og sambandið vil enntá hava meira pening úr Danmark). Føroyska fólkið og vinnulívið fær ongan heiður av okkara búskaparstøðu.
Danmark fer nú undir nýggja ES-grundlóg – tann sonevnda Lissabon-sáttmálan – har eisini okkara uttanríkisviðurskifti og treytir fyri at virka í heiminum verða flutt til Brússel at gera av. Vit eru als ikki eftirspurd – og ongin ger vart við seg í landsins stjórn.
Lóggáva verður sett í gildi í Føroyum – tildømis revsilóggávan, sum er beinleiðis avrit av broytingum frá Dansk Folkeparti í Danmark, ið annars hevur riggað serstakliga illa.
ES-reglur verða “yvir-implementeraðar” í føroyskum kunngerðum, so vanligt matstovu- innløgu- og vinnuligt virksemi í Føroyum, verður forðað óneyðuga.
Og øll løgreglan í Føroyum verður umskipað við einum pennastroki frá embætisfólki, ið vit ikki hava sett ella hava ávirkan av. Uttan nakað orðaskifti ella krøv frá landsins stjórn, hóast landsstýriskvinnan eftir trýst frá andstøðuni, lovaði, at onki skuldi setast í verk uttanum føroyskar myndugleikar. Nú gleðist landsstýriskvinnan bert um broytingarnar, sum í Danmark av øllum pørtum eru mettar at hava verið stórt afturstig.
Er hetta fólkaræði? Nei, fólkaræði krevur orðaskifti, innlit, ávirkan, upplýsing og veruliga ávirkan, so avgerðir ikki verða skrumblaðar omanyvir tað fólk, ið skal liva við avleiðingunum.
Vit velja fólk á ting, ið velja eitt landsstýri. Og hesi skulu standa til svars mótvegis føroyska fólkinum fyri tær avgerðir, ið ávirka okkum øll og okkara framtíð.
Men hvør kann haldast til svars, tá tey glaðbeint lata onnur, ið vit ikki hava valt, taka avgerðirnar?
Vit mugu kasta undirbrotligheitina av okkum og krevja fólkaræði í Føroyum.










