Fólkaræðið fer at vinna kortini

Tað var eitt afturstig fyri fólkaræðið í Føroyum, at fólkaatkvøðan varð avlýst í mai. Tað er ein avbjóðing fyri fólkaræðið í Føroyum, at oljan er funnin. Komandi ár fer at prógva, at fólkaræðið í Føroyum fer at vinna kortini. Og við tjóðarfrælsinum taka vit eisini okkara stig til, at fólkaræðið kann vinna í heiminum í hesi øldini

 

Heimurin rópar eftir fólkaræði. Heiminum tørvar samfeløg og lond, har menniskju kunnu liva eitt gott og ríkt lív við virðum, ið røkka longur aftur enn dagin í gjár og longur fram enn dagin í morgin.

Ein friðarligur og rættvísur heimur má byggjast á samfeløg við samhaldsfesti. Har hvør hevur mest møguliga ávirkan á sín egna gerandisdag og sítt egna samfelag. Har hvør kennir ábyrgd mótvegis næstanum og ættarliðunum sum koma.

Allar hesar møguleikar hava vit í Føroyum. Og tá vit um skamma stund traðka út í heimin sum fræls tjóð, hava vit nógv at takka fyri og nógv at geva.

Framburður við ongum rættvísi

Ongantíð áður hevur mannaættin framleitt so nógv materielt ríkidømi. Ongantíð áður hevur heimurin verið so neyvt bundin saman við tøkni og flutningsmøguleikum. Ongantíð áður hava verið so fáar forðingar fyri, at veruligt fólkaræði kann blóma í heiminum. Har hvør tjóð hevur somu rættindi og verður vird sum aðrar. Har hvørt menniskja hevur somu rættindi at skapa sítt egna lív og hevur mest møguliga ávirkan á sítt egna samfelag og sín egna gerandisdag.

Tað sama varð sagt og vónað av mongum, tá heimurin traðkaði inn í 20. øld. Tøknin og vísindin og framleiðslan fóru at skapa ein friðarligan og rættvísan heim, hildu mong. Men 20. øld gjørdist blóðugasta øld í heimssøguni. Hon hýsti kríggi, hatri og órættvísi millum tjóðir og menniskju, sum enn í dag eru orsøkir til nýggjar bardagar, kúgan og sorg.

Og tíverri er 21. øld byrjað á júst sama hátt. Við kríggi og blóði og ótta. Kvinnur, børn og ósek lata lív fyri gerðir hjá einstaklingum og løgnum rørslum. Tá fyrstu steinurin er kastaður og ósek hava latið lív, er tann ónda ringrásin byrjað, sum ger tað so trupult at fyrigeva og byrja av nýggjum. Støðan tykist óloysilig.

Bert fólkaræði kann skapa frið

Men vit vita øll, at tað er bert fólkaræði og eitt rættvíst býti av heimsins virðum, sum kann skapa ein friðarligan heim í hesi øldini.

Heimurin framleiðir nóg mikið av mati, vitan, tøkni og brúkslutum til øll heimsins fólk - høvdu vit bert viljað og dugað at býtt virðini rættvíst. Heimurin kann framleiða uttan at dálka og niðurpína fólk og náttúru ? um vit lata fólkaræðið og ikki blindar kreftir stýra okkum.

Skal henda øldin ikki gerast blóðugari enn farna øld, so er bert ein loysn: Veruligt fólkaræði. At fleiri tjóðir og samfeløg gerast fræls og fáa ábyrgd fyri síni egnu menning. So tað ikki fremvagis eru peningavald og hernaðarvald við ongum andliti, sum stýra framtíðini hjá einstøku samfeløgum og halda teimum í skuldarhafti ella vápnahafti.

Í løtuni verða trupulleikarnir í heiminum loystir á skræðuni ? við øktum hernaðarvaldi og øktum peningaligum hafti. Men tað skapar bert nýggjar krúttunnur, ið kunnu bresta hvørja løtu.

Okkara ábyrgd í heiminum

Men hevur tað nakað við okkum at gera í Føroyum, spyr so onkur?

Ja, tað hevur alt við okkum at gera.

Vit hava í Føroyum fingið og hava skapt okkum møguleikar, sum ikki eru teimum mongu beskorin. Vit hava okkara mentan og okkara virðir, sum eru grundarlag fyri at skapa eitt gott samfelag og eina frælsa tjóð millum heimsins tjóðir. Okkara land liggur mitt í heimsins ríkasta nattúrutilfeingi. Vit kunnu heysta fruktirnar av teimum trøum, sum náttúran letur vaksa ? uttan at skræða trøini upp við rót ella dálka vakstrarumhvørvið.

Vit hava nógv at geva heiminum. Vit eru dømi um eina tjóð, har vit skilja okkara avmarkingar mótvegis náttúruni og mótvgeis hvørjum øðrum. Vit eru dømi um eina tjóð, har vit hava kenslurnar og virðini við og kunnu skoða ígjøgnum okkara samfelag. Vit kunnu síggja, hvar tey materiellu virðini varða skapt. Vit vita, at eitt samhaldsfast samfelag er einasti háttur at skapa tryggleika og rættvísi fyri øll. Vit kunnu ikki blunda og lata fólk detta burturímillum í samfelagnum.

Grundin er laðað ? nú resta húsini

Vit standa í dag við øllum møguleikum á hondini. Tað hevur ongantíð gingið betur í samfelagnum búskaparliga, nú vit ikki hava brúkt danskan blokkstuðul.

Hetta er ikki nøkrum tilvildarligum politikarum fyri at takka. Hetta er øllum tykkum fyri at takka, ið hava arbeitt og stríðst fyri at fáa endarnar at røkka saman gjøgnum kreppuna og sum hava trúð uppá framtíðina ? hóast allar ómegdarprædikur frá leiðandi fólki í landinum.

Tit hava laðað og stoypt grundina til eitt sjálvstøðugt og sjálvberandi samfelag. Nú er greitt at byggja eini góð, haldgóð og rúmlig hús á trygga grund.

Tað krevur nógv av okkum:

At vit veruliga fara brúka okkara orku til at at skapa javnbjóðis møguleikar fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum.

At vit betra møguleikarnar hjá barnafamiljum at støðast og hjá føroyingum at koma heimaftur á klettarnar.

At vit byggja okkara dagstovnar, skúlar, eldrarøkt og almannaverk á eitt nógv tryggari støði.

Tað krevur, at vir fáa skil á okkara umsiting av fiskiríkidømi, aling og at vit leggja alla orku í at umsita okkara oljuríkidømi til frama fyri alla tjóðina.

Her er ov mikið at brúka okkara fólkaræði til, um vit ikki aftur skulu lata okkum kollrenna av ábyrgdarloysinum.

Fólkaræðið vinnur

Tað var eitt afturstig fyri fólkaræðið í Føroyum, at fólkaatkvøðan varð avlýst í mai. Tað er ein avbjóðing fyri fólkaræðið í Føroyum, at oljan er funnin.

Komandi ár fer at prógva, at fólkaræðið fer at vinna kortini. Og við tjóðarfrælsinum taka vit eisini okkara stig til, at fólkaræðið kann fara at vinna í heiminum í hesi øldini.

Við hesum míni bestu ynski um eitt gott nýggjár til allar føroyingar.