Fólkaræði er í vanda

Næstformaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at løgmaður hevur lagt lunnar undir eina nýggja leið í føroyskum politikki, sum um hon heldur fram, kann fara at skaða fólkaræði

? At løgmaður hevur gjørt av at koyar landsstýriskvinnuna í mentamálum frá, er ein poltitisk avgerð, og tað er nakað nýtt í føroyskum politikki, sigur Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum. Og hann heldur eisini, at samgongan átti at lagt frá sær undir tílíkum umstøðum, tí um tað fer at verða vanlig mannagongd framyvir, at landsstýrisfólk soleiðis missa høvdið, uttan at tað fær fylgjur, so er fólkaræði í stórum vanda. Hann vísir á, at tað hevur verið vanligt, at ein ella onnur kanning ella eitt brot á onkrar umsitingarligar reglur plaga at vera orsøk til, at eitt landsstýrisfólk verður koyrt frá.
? Í hesum førinum er talan um eina reina politiska avgerð, sigur Alfred Olsen.
Alfred Olsen heldur sum sagt, at samgongan átti at lagt frá sær, men hann ivast stórliga í, um tað veruliga fer at henda.
? Henda samgongan letur til at tola nógv av, má sigast, so eg loyvi mær at ivast í, um hon fer at skrædna, hóast tað rætta hevði verið, at hon legði frá sær, sigur hann.
Men um hon heldur fram, so er vandi fyri, at her bara verður kreppa oman yvir kreppu at klandrast um, meðan onnur týdningarmikil mál liggja á láni, sigur næstformaðurin í Sambandsflokkinum.