Fólkaræði er framvegis galdandi, Annfinn

Svar til Annfinn Brekkstein, sum ikki heldur, at landsstýrið má kritiserast

Góði Annfinn!

Í grein í dag sigur tú teg vera "skelkaðan" av, at eg havi sagt mína meining um tvær av teimum politisku avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið farnu vikurnar. Tú ert ein skilamaður uppá allar mátar, so eg skilji ikki ordiliga hetta. Men tú skalt fáa eitt svar.

Fyri tað fyrsta: Tú tykist halda, at vit øll bara skulu tiga og góðtaka alt tað, sum landsstýrið ger. Og tað skulu vit gera "við virðing fyri støðuni", sum tú málber teg. Eg haldi, at vit JÚST við virðing fyri støðuni eiga at umrøða tær politisku avgerðir, sum verða tiknar. Tí tað hevur stóran týdning, um vit gera hetta ella hitt. Vit hava aldrin meiri brúk fyri almennum kjaki, enn tá týðandi avgerðir skulu takast.

Fyri tað næsta: Tú sigur, at eg havi "lagt eftir landsstýrinum". Kalla tað hvat tú vilt. At koma við kritiskum mótspæli er ikki at leggja eftir nøkrum. Eingin í landsstýrinum er so erkvisin, at tey ikki tola tað.

Fyri tað triðja: Tú heldur, at vit ikki skulu kritisera landsstýrið, tí tað hevur "loyst uppgávuna til UG". Har eri eg ikki samdur - men landsstýrið hevur sanniliga gjørt nógv rætt. Og eg havi faktiskt eisini róst landsstýrinum fyri summar av avgerðunum, tey hava tikið. Eg havi eisini stuðlað landsstýrinum og víst á týdningin av, at vit øll geva okkum undir tær avgerðir, sum verða tiknar.

Fyri tað fjórða: Kritikkur er ein fullkomiliga avgerðandi fortreyt fyri fólkaræðinum. Ein valdshavari, sum ikki verður kritiseraður, kann skjótt gera stór mistøk. Tað er við kritikki, at vit í felag finna fram til røttu kósina. Tað er sjálv grundhugsanin við fólkaræðinum. Og hon hevur eisini víst sína styrki farnu dagarnar. Til dømis var tað eftir kritikk frá fleiri síðum, at flogferðslan varð avmarkað. Tað var eisini eftir kritikk frá fleiri síðum, at landsstýrið í dag legði fram ein hjálparpakka til smáar fyritøkur. Fyri eini viku síðani segði Bárður Nielsen við Dimmalætting, at eingin ætlan var um hjálparpakkar, tí støðan í vinnuni var stabil. Hann segði nakað tað sama við sjónvarpið síðsta fríggjakvøld. Hetta førdi til kritikk - og í dag kom so hjálparpakkin.

Fyri tað fimta: Tú vilt ikki hava, at eg kritiseri, at størri fyritøkur onga hjálp fáa í Hjálparpakka 2. Men tað eri tað ikki bara eg, sum geri. Les bløðini. Hygg at Degi & Viku í kvøld. Lurta eftir hvat andstøðan hevur sagt. Tað er stór ónøgd við hetta. Kritikkurin hevur áður ført til broytingar - tað ger hann vónandi eisini í hesum føri.

Fyri tað sætta: Tú ert ikki tann einasti, sum hevur sagt, at landsstýrið ikki má kritiserast. Hetta haldi eg vera ein óhepnan hugburð. Almenna kjakið - andadrátturin í fólkaræðinum - má endiliga ikki suspenderast, nú støðan er álvarsom og týðandi avgerðir skulu takast. Tað hevði verið heilt skeivt at tikið avgerðir uttan erligt og hvasst kjak. Tað hevði ikki minst verið skeivt móti landsstýrinum sjálvum, tí øll hava tørv á mótspæli.

Fyri tað sjeynda: Um vit skulu fylgja tínum logikki, og bara tiga, tí "landsstýrið loysir uppgávuna til UG", skulu vit so ikki eisini tiga, tá nógv minni týðandi avgerðir skulu takast?

Fyri tað áttanda: Hóast tú einki sigur alment, so kenni eg teg so góðan, at eg bæði vóni og vænti, at tú ert virkin í tínum flokki, og har talar fyri, at stórar fyritøkur, hvørs umsetningur er farin í botn, eisini fáa eina hjálpandi hond.

Fyri tað níggjunda: Gleði meg til í summar :)

vh

Sjúrður