Fólkapensjónistar vilja hava somu hækking sum almenn starvsfólk

Landsfelagið hjá pensjónistunum heitir nú á Rósu Samuelsen um at bera so í bandi, at eisini fólkapensjónirnar hækka eitt prosent á nýggjárinum, akkurát sum tær almennu lønirnar annars. Felagið vísir á, at beint fyri jól boðaði fíggjarnevnd løgtingsins frá, at næsta ár skulu pensjónir og almannaveitingar hækka1%, sum er tað sama, almennu lønirnar hækkaðu fyrsta oktober.

- Tann 24. juni 2010 boðaði Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharri fakfeløginunum á almenna arbeiðsmarknaðinum og Landsfelag Pensjónista frá, at hækka lønirnar hjá almennu fakfeløgunum, skuldu pensjónirnar sjálvandi hækka líka nógv.

- Hóast bæði fíggjarnevnd løgtingsins og fíggjarmálaráðharrin hava boðað frá, at pensjónirnar skuldu hækka sama prosent sum almennu lønirnar, er grundupphæddin, sum er mest týðandi upphædd av samlaðu fólkapensjónini, ikki hækkað.

Sostatt verður grundupphæddin í fólkapensjónini 13. árið á rað tann sama, nevniliga 4.169 krónur til støk og 3.313 kronur til gift.

- Landsfelag Pensjónista heitir sostatt á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at fáa rættað hetta fyrisitingarliga mistak beinanveg, soleiðis at eisini grundupphæddin hækkar 1%, so at samsvar verður millum vilja fíggjarmálaráðharrans, vilja fíggjarnevndarinnar og ikki minst vilja Løgtingsins, sigur felagið.