Eftirløn
Í rættiliga langa tíð hevur verið arbeitt við einari nýggjari eftirlønarskipan. Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu var eitt ynski um eina eftilønarskipan staðfest. Arbeitt hevur eisini verið við málinum líka síðani, og loksins tykist eitt uppskot at vera á veg í løgtingið.
Sambært Sámal Peturi í Grund er málið nú komið somikið ávegis, at málið kemur fyri á landsstýrisfundi í dag.
-Tað verður neyðugt at fáa málið fyri løgtingið sum skjótast. Høvdu vit bíða longur við málinum, so hevði tað væntandi ikki verið avklárað í hesum valskeiðinum, sigur Sámal Petur Grund.
Hann skilur væl ábreiðslurnar um, at hetta málið hevur tikið ov langa tíð, men hetta er eitt sera stórt mál, so tað hevur tikið eitt sindur av tíð.
Ætlanin er, at málið nú skal koma fyri á landsstýrisfundi í dag. Ætlanin er síðani at lata málið fara út til hoyringar hjá eitt nú fakfeløgum. Innan ein mánað væntar Sámal Petur í Grund, at løgtingið kann fáa møguleikan at viðgerða málið.
Sjálvi syrgja fyri
Sámal Petur í Grund segði fyri kortum fyri Útvarpi Føroya, at fólkapensjónin skuldi avtakast.
-Her verður sipað til, at sjálvt hugtakið fólkapensjón verður avtikið, sigur Sámal Petur í Grund.
Núverandi pensjónsskipan virkar á tann hátt, at pensjónin verður goldin inn gjøgnum skattin, men her fer ein grundleggjandi broyting at fara fram, um tað altso stendur til Sámal Petur í Grund.
-Ætlanin er, at arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal syrgja fyri eftirlønunum. Ætlanin er, at endin skal vera, at øll fara at fáa meira burturúr, sigur Sámal Petur í Grund.
Hóast broytingarnar eru rættiliga grundleggjandi, so sigur landsstýrismaðurin, at tað er í veruleikanum als ikki er talan um nakra stórvegis øðrvísi skipan.
Tey, sum longu fáa fólkapensjón fara eisini framvegis at fáa hesa, men ætlanin er í framtíðini at skipað soleiðis fyri, at landskassan ikki skal syrgja fyri at gjalda eftirlønir.
-Hugskotið er, at tey, sum hanga afturúr, skulu fáa meira, sigur Sámal Petur í Grund.
Ætlanin er, at arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal standa fyri at skipa eftirlønirnar. Nøkur minstu krøv verða sett til skipaninar. Landsstýrismaðurin avvísir ikki, at tað almenna fer at skipa fyri grunni fyri tey, ið onga skipan hava áðrenn.
Tikið drúgva tíð
Sámal Petur í Grund skilur sum áður nevnt væl atfinningarnar um, at hetta hevur tikið ov langa tíð.
Ein bólkur hevur í langa tíð arbeitt við málinum, og nú metir landsstýrismaðurin, at málið er búgvið til at fáa eina politiska viðgerð í løgtinginum.
-Vælferðartænasturnar kunnu gerast so dýrar, at tað fer at ganga útyvir skipanina, sigur Sámal Petur Grund.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað er alneyðugt, at pensjónistarnir kunnu vera tryggir líkamikið um tað er góðar ella ringar tíðir fíggjarliga.
Gjaldshátturin kann variera í nýggju skipanini, sum nú bíðar eftir viðgerðina frá fyrst samgonguni og síðani løgtinginum. Landsstýrismaðurin vísir aftur, at hetta skal hava nakað komandi samráðingarnar um tey ríkisrættarligu viðurskiftini at gera. Sámal Petur í Grund sær gjarna eina breiða semju, hóast tað tykist sum um, at samgonguflokkarnir hála hvør sín veg í hesum málinum.