Fyri tveimum árum síðani varð gjørdur nýggjur sáttmáli, og í honum varð sagt, at um príshækkingarnar ávirka lønarlagið munandi, ber til at samráðast um lønina av nýggjum nú tvey ár seinni. Víst verður á, at livikostnaðurin er munandi hækkaður hesi tvey seinastu árini. Tí fara fakfeløgini at krevja meira í løn, og vilja hava samráðingar við fíggjarmálaráðið.
Men tað eru aðrir samfelagsbólkar, ið ikki av sær sjálvum fáa regulerað sínar inntøkur, sum vanligu fakfeløgini fáa tað. Fíggjarmálaráðið og aðrir mótpartar hjá fakfeløgunum mugu hava í huga at lata teir feløgini fáa ein inntøkuvøkstur, eigur inntøkan hjá pensionistunum eisini at verða økt, tí livikostnaðurin hjá teimum veksur eisini.
Tá lønmóttakararnir halda seg hava rætt til eina lønarhækkan eftir tveimum árum, má vera greitt, at pensionistarnir halda seg hava líka góðan rætt til hækkan av vanligu fólkapensiónini, ið ikki er regulerað í umleið eitt hálvt mannaminni.
Fáa lønmóttakararnir meira í løn, uttan at regluliga fólkapensiónin hækkar, verður pensiónin holað innan. Tað er tí ikki vist at pensionistarnir og álitsfólk teirra fara at lata sum einki, um aðrir samfelagsbólkar fáa meira í løn, uttan at pensionistarnir fáa nakað. Heldur ikki er vist, at pensionistarnir ikki í minsta lagi fara at gera vart við seg, og at vísa á skeivleikarnar í skipanini og tað órættvísa í henni.