Ófólkaliga atkvøðan verður fólkapensionistur

Virgar Dalsgaard
---

Í dag verður fólkaatkvøðan frá 1946 sjeyogtrýss ár og fólkapensionistur. Dagurin verður helst hildin við risa­orð­um, fagnaði og lógva­bresti av søguskaddum monn­um, eitt nú Zachariassi Wangi, Høgna Hoydali og øðr­um fantastum. Hetta eru menn, sum principielt hata virkuligheitina og ongantíð vilja seta seg inn í hvørki mate­matikk ella logikk.
So hjá teimum verður hesin dagur framvegis hildin sum ein katólskur halgidagur, ein Erlendsparanoia-messa. Men matematiskt og jurid­iskt VAR als IKKI nakar meir­i­luti fyri loysing í Før­oy­um í 1946, sjálvt um vit loypa tær heimvendu asfalts-atkvøðurnar um. Hatta er, sum Petur Mohr Dam tók til, eitt óreingiligt faktum, men fakta rína ikki við og inte­ressera heldur ikki para­noidar loysingar.
Teir skiftivís grenja og gorra tessvegna øgiligt á hesum degi, - teir hittast, háls­fevnast, fella tár og jamra um, at vit enn eru saman við Danmark, sum stórt sæð eigur lívið í teim­um øllum somlum. Men apro­pos fólkaflyting, so hildu allarflestu skilamenn, og teir, sum vóru nationalt edrúiligir í 1946, at tað valla høvdu búð meira enn 15 til 20.000 fólk í Føroyum bara tíggju ár seinni, um loysingin bleiv realiserað.
Tessvegna eiga vit at fegn­ast øgiligt um, at hes­in dagur ikki fekk tær kata­strofalu avleiðingar, sum ábyrgd­arleysir heimvendir útisetar vildu lokka okkum til. Sáttligir heimaføroyingar góvu teimum heimvendu asfalts-fanatikarunum við teirra donsku konum dura­fjórð­ingin. Asfaltarar, sum ikki kendu føroysk heima­viður­skifti, áttu moralskt slett ikki at havt valrætt!
Tá vóru argumentini er­­­lendsk, kirkjubíggjar-hyster­­isk og illa gjøgnum­tonkt - í dag eru tey zacha­rid­isk-høgnes­isk og heilt uttan nak­að sak­ligt tanka­­góðs, bara følilsir, knapp­erpni og para­noia.. Tal­blindir menn eru líka far­­ligir demagogar í Før­oy­um, sum á Balkan, har man enn dyrkar eitt árstal frá 14. øld við somu sakralu argu­ment um móti einum granna­fólki, sum okkara loysingar.
Tann "knái" fólkapension­ist­urin fær kortini eisini eina skál frá mær, men tað er nokk ein ødrvísi slurkur, enn tann sum leskar loys­ingargómarnar hjá Zachariasi og Høgna H.