Yvirtøka av myndugleika
Yvirtøkumálið er sera einfalt og skal her gerast púra greitt, hvat yvirtøkumálið snýr seg um.
Í dag verður føroyska fólkakirkjan umsitin eftir donskum lógum, og eru tað danskir myndugleikar, ið hava lóggávu- og umsitingarvaldið.
Eftir yvirtøkuna verður føroyska fólkakirkjan umsitin eftir somu lógum, sum í dag, men verður lóggávu- og umsitingarvaldið hereftir hjá føroyskum myndugleikum.
Yvirtøkan merkir...
Yvirtøkan merkir sostatt bert, at føroyingar yvirtaka myndugleikan og harvið ábyrgdina av føroysku fólkakirkjuni. Hetta broytir ikki lógargrundarlagið, bygnaðin ella annað í samband við føroysku fólkakirkjuna.
Hetta gevur hinvegin føroyingum møguleika fyri í framtíðini - um hetta verður ynskt og sjálvsagt í samstarvi við allar avvarðandi partar - at fremja broytingar til frama fyri føroysku fólkakirkjuna. Men tílíkar møguligar broytingar eru IKKI liður í yvirtøkuni.
Yvirtøkan av fólkakirkjuni merkir sostatt IKKI, at umfatandi umskipanir av føroysku fólkakirkjuni verða framdar, at hetta verður gjørt í loyndum, at nakað verður ?smoygt? útyvir nakran o.s.fr. - so sum røddir annars hava verið frammi um.
Í tryggum føroyskum hondum
Føroyska fólkakirkjan er ein grundarsteinur í føroyska samfelagnum og er tað av alstórum týdningi, at føroyingar kenna seg tryggar við ta gleðiligi hending, at føroyingar yvirtaka myndugleikan og harvið taka á seg fullu ábyrgdina av føroysku fólkakirkjuni. Tí skal tað verða mín vón, at kjakið um yvirtøkuna hereftir fer at snúgva seg um tað, ið yvirtøkan veruliga snýr seg um, heldur enn at skapa ótryggleika og óvissu millum fólk.
Føroyska fólkakirkjan verður í tryggum hondum - føroyskum hondum.









