Fólkakirkjan fingið dagførda heimasíðu

Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.fo, er nú dagførd, og broytt. Tað skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari Til dømis er nú ein kalendari, har allar gudstænastur og onnur tiltøk eru at finna. Eisini eru allir prestar og allar kirkjur skrásettar, har leitast kann eftir hvørji tiltøk eru í kirkjunum ella hvørjar gudstænastur, ymsu prestarnir hava.

Dagføringin av heimasíðuni er farin fram fyri stuttum, og enn vanta fleiri upplýsingar, men teir fara helst at koma, sum frá líður, skrivar Trúboðin á heimasíðuni.