Fólkakæri danski rithøvundurin, yrkjarin og pianisturin, Benny Andersen, doyði seinnapartin í gjár. Hann gjørdist 88 ára gamal og var ikki sjúkur.
“Livet er ikke det værste, man har, om lidt er kaffen klar” er ein av kendastu strofunum hjá Benny Andersen. Hetta er brot úr vísuni “Svantes lykkelige dag”.
Hann hevur skrivað nógvar barnabøkur, yrkingar og vísur. Hansara kendastu verk eru “Svantes Viser” og “Snøvsen”.
Danski forsætisráharrin, Lars Løkke Rasmussen, minnist Benny Andersen á sosialu miðlunum og kallar Benny fyri ein av teimum heilt stóru dønunum.
- Benny Andersen var ein av teimum heilt stóru dønunum. Eitt poetiskt menniskja, sum altíð ríkaði sítt umhvørvi við humori og skili. Tí var hann eisini millum mest lisnu donsku lýrisku skøldini. Háskúlasangbókin hevði ikki verið tann sama uttan Benny, skrivar Lars Løkke Rasmussen.
Sí videobrot omanfyri, har Povl Dissing syngur “Svantes lykkelige dag”, meðan Benny sjálvur spælir klaver.