Millum nýggjárslyfti, ið fólk seta sær, tá árið er um at halla, man tað at leggja sigarettirnar frá sær vera eitt tað vanligasta.
Vit kenna øll heilsuvandarnar, ið royking hevur við sær, og tí skipar Fólkaheilsuráðið nú sjeynda árið á rað fyri átakinum kom og legg av.
Roykarir kunnu við hesum fáa hjálp við at sleppa av við óvanan. Til ber at senda eini sms boð til 1919 og skriva "gevst" nakrar dagar áðrenn, ein ætlar at leggja av at roykja.
Síðani fær roykarin stimbrandi sms-boð og javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla í at halda fast við avgerðina komandi tríggjar mánaðirnar. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum, sigur Fólkaheilsuráðið.