Fólkaheilsan í undanvindi

Tað virkar! Geva vit teimum ungu eitt betri tilboð heldur enn at seta forboð, hava tey onki ímóti at velja tann sunnara møguleikan. Men matur skal eisini vera cool, og tí mugu vit hugsa av nýggjum, um vit eisini skulu raka tey ungu við heilsuboðskapinum, var ein av niðurstøðunum á Ráðstevnuni fyri Fólkaheilsu fríggjadagin

- Mangir eru kostirnir, og allir tykjast teir mjúkir. Men vit vita jú, at allir er teir ikki líka heilsugóður, segði Hans Pauli Strøm millum annað í setanarrøðuni á Ráðstevnuni fyri Fólkaheilsu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Heilsumálaráðharrin fegnaðist tó um, at vit við stóru kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum vita nógv meir um matvanarnar hjá teimum ungu, enn vit higartil hava gjørt.
- Àtøkini fyri betri fólkaheilsu hava undanvind í løtuni, og tí ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Men fólk skulu ikki forskrekkjast til at liva sunt, og lyftir peikifingrar peika ikki vegin fram. Heldur skulu vit royna at skapa so góðar umstøður, sum til ber, fyri at vit øll skulu hava møguleikan at betra um okkara lívsgóðsku, segði Hans Pauli Strøm
Versnar við aldrinum
Tað var Føroya Fyribyrgingarráð, sum skipaði fyri ráðstevnuni um fólkaheilsu, í sambandi við at ráðið hevur gjørt eina stóra kanning av mat- og rørsluvanunum hjá føroyskum skúlanæmingum. Kanningin varð gjørd í tveimum umførum, har meir enn 3000 4.-9. floks næmingar á 9 ymsum skúlum svaraðu spurnarbløðum í mei og oktobur í ár.
Úrslitið av kanningini vísir rættiliga týðiliga, at bæði mat- og rørsluvanarnir versna, eftirhondini sum næmingarnir gerast eldri. Samanlagt vísir kanningin annars at 5/6 av næmingunum eta matpakka á middegi, at tey flestu javnan eta frugt, men fá eta grønmeti hvønn dag.
Eina tíð áðrenn spurnarbløðini vórðu send út aðru ferð, vóru vatnkølarar settir upp á skúlunum, fyri at fáa eina mynd av, hvørja ávirkan eitt alternativt tilboð hevur á drekkivanarnar hjá næmingunum. Og her tosa tølini sítt rættiliga týðiliga mál. Í hesum tíðarskeiðnum minkaði nýtslan av sodavatni úr 12 niður í 8 %, meðan nýtslan av vatni hækkaði úr 50 til 54 %. Samanumtikið søgdu  97 % av næmingunum seg dáma væl vatnið úr kølarnum.
Annars vísti kanningin eisini at nýtslan av góðgæti økist við aldrinum hjá næmingunum, meðan talið á teimum, sum íðka ítrótt lækkar, jú eldri næmingarnir gerast.
Maturin skal vera ?cool?
Fyribyrgingarráðið nýtti eisini høvið at spyrja næmingarnar, hví tað er so umráðandi at eta sunt, fyri á tann hátt at meta um, hvussu nógv børn og ung vita um sambandið millum kost/rørslu og heilsustøðuna sum heild. Úrslitið avdúkaði, at næmingarnir eru rættiliga tilvitaðir um, hvønn týdning maturin hevur fyri bæði heilsuna, og hvat tú megnar at avrika eitt nú í írótti. Kortini sær tað ikki út til, at teir eldru næmingarnir duga nóg væl at brúka hesa vitanina.
- Nei, tey vita, hvat tey eiga at gera, men velja nakað annað. Og tað kemst av, at matur jú snýr seg um so nógv annað enn bara at eta. Fyri tey ungu hevur tað stóran týdning, hvat vinfólkini eta, hvør matur ella drykkur er cool í løtuni og ikki minst, hvørjar umstøður tey hava at eta í í skúlanum, sigur Bjarta Vilhelm, leiðari heilsurøktarskipanini. Bjarta heldur, at hóast fáir skúlar í føroyum hava møguleikar at hava stórar kantinur, átti tað ikki at verið so trupult, at innrætta eitt høli í einum hugnaligum og smartum sniði, har man kundi keypt sær leskiligar salatir o.a, so tað ikki bleiv so freistandi at renna yvir í nærmastu kiosk í matarsteðginum.
 
Næmingar um vatnkølarnar:
?Eg haldi, at tað er mega gott. Men eg haldi, at tað er rotið, at teir eru so langt frá skúlastovuni? (Genta, 15 ár)
 ?Teir eru góðir. Man drekkur minni sodavatn? (Drongur, 14 ár)
?Eg drekki ikki úr vatnkølaranum, tí eg haldi, at tað er ólekkurt? (Genta, 11 ár)
?Tað smakkar væl, og tað er ofta, at eingin hevur nakað at drekka við. Og so er tað kaldari enn vanligt? (Drongur, 11 ár)