Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna og heilsumálum, tá hann í dag bjóðaði til kunnandi fund um fólkaheilsuætlanina.
Og landssstýrismaðurin greiddi frá, at fólkaheilsuætlanin skal betra um heilsustøðuna hjá føroyingum og betra um lívsgóðskuna í liviárunum og harvið eisini leingja um livitíðina.
Fólkaheilsuætlanin er í tveimum pørtum, har annar skal fáa til vega vitan um heilsustøðuna hjá føroyingum, meðan hin parturin snýr seg um at gera ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Hetta skal gerast við at raðfesta økini soleiðis: Vitan, fyribyrgjandi tiltøk, kostur, rørsla, royking og rúsdrekka og evnismisnýtsla, greiddi lansstýrismaðurin frá. Sambært Hans Paula Strøm, eru málsetningar orðaðir fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett, sum røkka fl eiri ár fram í tíðina. Í ætlanini verða vanligastu vandatættirnir og fólkasjúkurnar lýstar. Harumframt verður dentur lagdur á at fáa neyðuga vitan til vega og fáa vælvirkandi eftirlitsskipanir, sum skulu tryggja, at til ber at fylgja við gongdini viðvíkjandi heilsustøðuni, sjúku- og deyðatíttleika.










