Í næstu viku verður áhugaverdur fyrilestur á Toftum um fólkaheilsu og lívsgleði í globala heiminum Týskvøldið 6. mai, klokkan 19.30, fer Ingelise Guldborg Sørensen, sum er fysioterapeutur á Ellis og Røktarheiminum í Eysturoy, at halda almennan fyrilestur á eldrasambýlinum, Vesturskini, á Toftum.
Tað er eisini Tofta Kvinnufelag, sum skipar fyri og sambandi við fyrilesturin, fara ung at syngja og spæla tónleik. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa og onkrir lutir verða eisini burturlutaðir.
Men annars er tiltakið ókeypis.
Tað er nógv øðrvísi at liva í dag, enn tað var fyrr, ikki minst eru arbeiðsuppgávurnar øðrvísi.
Nýmótans menniskja hevur allar hentleikar við hondina, men kortini hava vit ongantíð verið so trongd, sum nú.
Serfrøðingar vilja eisini vera við, at tunglyndi er við at verða ein fólkasjúka og onnur siga, at tey hava staðfest, at tað er fyrst og fremst tann tunga arbeiðsbyrðan, sum er orsøkin til at so nógv fólk hava ov høgt blóðtrýst.
Men hvussu skulu vit bera okkum at varðveita eina góða heilsu, sum er ein fortreyt fyri einum góðum lívi?
Tað er akkurát hetta, sum fyrilesturin er um.