Fólkafundurin, sum Tjóðveldisflokkurin ætlaði at skipa fyri í Stóru Dímun, er avlýstur.
Orsøkin er, at Óla Jákup úr Dímun, bóndi, av trygdaráðum hevur mælt frá at tiltakið verður framt. Ein kneysi í uppgongdini stendur til at loypa, og vandi er fyri, at hann loypur um nógv fólk koma upp ígjøgnum uppgongdina.
Óla Jákup hevur júst kannað viðurskiftini, og hann hevur varnast, at rivur eru komnar í bergið.
Við útvarpið segði Dímunarbóndin, at um eini 100 fólk eru í uppgongdini í senn, so kann ljóðið frá teimum fáa kneysan at loypa. Um bert fá fólk eru har, er vandin ikki so stórur, tí tá kunnu øll koma upp samstundis. Tað ber ikki til, um talan er um eini 100 fólk, segði Óla Jákup úr Dímun.
Fyrireikararnir hava tí gjørt av at avlýsa tiltakið, og í staðin verður farið út í Koltur hendan sunnudagin, sigur Ronnie Thomassen, skrivari Tjóðveldisfloksins.